Óvitandi óvitar

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Meðan fólkið hugnaði sær við køku og kipsi og Útvarpinum hatta ódnarkvøldið í november, skonkti eg mær ein stóran calvados og setti meg at hugsa.

Tað er mennandi viðhvørt, at hugsa. Men tað lá ikki so væl fyri, tá útsynningshvirlurnar alla tíðina royndu at taka eitt tak.

Hugsaði um USA, har sum alt er størri enn alla aðrastaðni, eisini størri enn í himmiríki. Í sameindu statunum máta tey vindin í kilometrum og tímum. Vit brúka bara metrar og sekund, lítillátin sum vit altíð eru.

Hugsaði um USA, sum nú leitar sær eftir einum landi afturat at leypa á og hertaka og bjarga saman við okkara egna bardagafúsu hermonnum og herkvinnum. Danmark og Føroyar eru alla tíðina í kríggi, sum tey kalla friðarvarðveiting.

Lond, sum eru á targetlistanum hjá USA, fekk meg eisini at hugsa um, hví Føroyar, sum krøkja seg í onnur lond og bidda um samanbering og pengar, ikki spyrja í Norðurkorea. Um ikki Føroyar og Norðurkorea saman kunnu menna eitt vitanarsamfelag, har sum eingin, uttan tey fáu úrvaldu, fær nakað at vita.

Eitt samgonguskjal er dult í fleiri dagar eftir at tað er góðkent og undirskrivað.

Annar hvør føroyingur er limur í fakfelagi, men tey fáa einki at vita um sáttmálasamráðingarnar, sum vara meira enn helvtina av einum sáttmálaskeiði. Hvat er kravt, hvat er boðið, hvør er støðan eftir fyrsta hálva árið?

Vit samráðast fyri teg, siga pampararnir. Javell, javell, um hvat? Tað rakar ikki teg.

Men so breyt ein fakfelagsformaður blóðbrøðra og –systra innsiglið um deyðatøgn. Og tað vóru ikki eiti á tíðindum, sum allir aðrir fakfelagsleiðarar duldu sum politiið dylur mansmorð.

Jú, tey høvdu so sanniliga fagnað okkum í Norðurkorea, og vit kundu gjørt eitt joint venture, sum vit royndu so óført fyri 25 árum síðani. Men tá saman við londum, sum ikki vilja vita av okkum, tí tey eru komin nógv longri enn vit. Latið okkum royna Norðurkorea. Vit gera saman eitt óvitanarsamfelag. Vitan er løtt at bera, óvitan nógv lættari. Og so gráta vit afturvið.

Hugsaði eisini um, hvussu sinniligir og ónervaðir føroyingar altíð eru.

Heldur ikki ein jólaódn ein mánað fyri jól ella á jólum tekur okkum av fótum. Vit hugna okkum.

Tað ræður um ongantíð at skunda sær. Ikki at fara fram eftir fummum, tí so kemur einki líkinda úrslit burturúr.

Tak sáttmálasamráðingarnar aftur. Báðir partar sýna ábyrgd. Lønardeildin sigur, at hon bíðar eftir fakfeløgunum, hon fer ikki at gera nakað av sínum eintingum. Hetta eru samráðingar millum tveir partar.

Fakfeløgini siga, at tey bíða eftir Lønardeildini. Tey fara ikki at gera nakað av sínum eintingum. Hetta eru samráðingar millum tveir partar.

Sá herfyri eitt uppskot um at áseta við lóg, at sáttmálasamráðingar eru lidnar hálvan mánað, áðrenn galdandi sáttmáli fer úr gildi. Eru samráðingarnar ikki lidnar tá, taka semingsfólk við og gera samráðingarnar lidnar.

Tvætl. Hetta er at gera seg inn á fakfelagsfrælsið og arbeiðsgevarafrælsið. Løntakarar og arbeiðsgevarar kunnu saktans bíða til eina ferð í februar ella mars eftir at fáa at vita, hvør lønin var 1.oktober árið fyri.

Tað er ikki løtuverk at finna fram til einki prosent, og onkrar sømdir, sum gera sáttmálan góðan á umhvørvisvinaliga pappírinum. Altíð gott at eiga til verri ár. Verri ár?

Tað var, veit eg av egnum royndum, alt annað enn lætt at ganga millum húsini í Havn hetta ódnarkvøldið og eisini ódnarmorgunin eftir ódnarnáttina.

Ein calvados afturat, kanska? Ja, takk, svaraði eg mær sjálvum. Ein stóran, takk.