Vitan hevur ómetaliga stóran týdning

Roynt verður nú at greina, hvussu sjúklingar uppliva tað at vera sendir av landinum til kanningar ella viðgerð.

 

Trý lesandi á Roskilde Universitet hava sett eina kanning í verk um føroyskir sjúklingar, sum hava verið uttanlands til kanning og/ella viðgerð fyri likamliga sjúku.

 

- Hvørt ár verða fleiri enn túsund føroyingar kannaðir og/ella viðgjørdir uttanlands, men vit vita tíverri alt ov lítið um, hvussu føroyingar sjálvir uppliva hetta.

 

Tað siga tey í Krabbameinsfelagnum. Tey leggja aftrat, at fyri at skapa eina heildarmynd av støðuni, byggir kanningin hjá teimum trimum lesandi serliga á eitt spurnablað til sjúklingarnar.

 

- Spurnarblaðið vendir sær til fólk, sum búgva í Føroyum og sum hava verið noyddir at fara uttanlands at verða kannaðir og/ella viðgjørdir fyri eina likamliga sjúku. Kanningin fevnir sostatt ikki um viðgerð fyri sálarliga sjúku.

 

Sagt verður, at foreldur, ið hava verið við sínum børnum til kanningar og/ella viðgerð uttanlands, eru eisini hjartaliga vælkomin at svara spurnarkanningini.

 

- Tað hevur ómetaliga stóran týdning at savna vitan frá brúkarum fyri at kunna greina, hvussu sjúklingar uppliva at vera sendir av landinum.

 

Tí vónar Krabbameinsfelagið, at fólk, sum hava verið uttanlands í slíkum ørindum, vilja geva sær stundir at svara spurnablaðnum og soleiðis geva sína týdningarmiklu vitan til gransking á hesum øki.

 

- Tað tekur umleið 10-15 minuttir at svara spurnablaðnum, og tú verður dulnevnd/ur. Avvarðandi kunnu hjálpa við at svara, um tað er onkur, sum ikki er tryggur við tað tøkniliga.  

 

Um heimsíðuna hjá Krabbameinsfelagnum kunnu fólk, sum vilja svara spurningunum, sleppa inn á spurnarkanningina um eina leinkju, sum har er, og freistin at svara er longd til 4. desember.