Landsstýriskvinnan í Mentamálum gav sær í røðu síni stundir til at framhevja framskygnið hjá Sunda Kommunu innan tøkniligu menningina.
- Sunda Kommuna hevur veruliga gingið undan innan tøkniligu menningina, og vit síggja millum annað at allir næmingarnir hava møguleika at sita við hvør sínari farteldu. Útbúgving er lykilin til framburð, og tað ræður um at geva tí unga gott í beinið, segði Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum.
Eisini fegnaðist hon um at umstøðurnar hjá rørslutarnaðum vóru tiknar við í út- og umbyggingina, og eru har í dag fyrstaflokksumstøður hjá rørslutarnaðum.
Eisini kom hon við eini áheitan til nývalda skúlastýrið um at arbeiða fyri einum tøttum samskifti millum foreldur og næmingar og leiðslu og lærarar.
Helena Dam á Neystabø endaði við at handa Hósvíkar Skúla eina gávu frá Mentamálaráðnum, og var tað ein vakur málningur frá Sigrun Gunnarsdóttir, »The Tree«, ið er ein góð lýsing av, hvussu stórsligin trø eisini kunnu vaksa úr trengstu karmum.
Vitan er silvur – vísdómur gull
Jógvan Fríðriksson, biskupur, endaði hátíðarhaldið við eini røðu og síðan sjálvari vígsluni av skúlanum. Hann legði dent á at tey bleytu virðini eisini eru týdnignarmikil, og sipaði hann her til millum annað tónleik, myndlist og átrúnað.
Hann vísti á at vitanin liggur í teimum hørðu greinunum so sum støddfrøði, alisfrøði og málsligu greinunum, meðan tey bleytu virðini eru lykilin til vísdómin.
- Vitan er silvur, meðan vísdómur er gull, og tit í Sundalagnum kenna jú alt til munin millum tey bæði. Tað er umráandi at børnini eisini vera vís og ikki bara vitandi, segði Jógvan Fríðriksson, bispur.
Við hesum vildi hann leggja upp til at bondini millum fólkaskúlan og kristnu kirkjuna, í breiðari merking, verða varveitt og styrkt.










