HON

Vita nú meira um spreiðing av krabba

Granskarar hava nú hugt inn í bróstkrabbakyknur og hava fingið nýggja vitan um orsøkir til spreiðing.

 

Nýggj gransking gevur fyri fyrstu ferð eina frágreiðing um mekanismuna, sum veksur um vandan fyri, at krabbamein spreiðir seg í likaminum.

 

Tað er Kræftens Bekæmpelse í Danmark, sum hevur arbeitt við hesi gransking, og vónin er, at nýggja vitanin kann føra til viðgerðir, sum meira neyvt hóska til hvønn einstakan sjúkling, enn viðgerðirnar gera í dag.

 

Nýggja granskingin gevur meira vitan um tær mekanismur, sum gera krabbakyknur førar fyri at spreiða seg, og hesaferð hevur fokus verið á bróstkrabbakyknur, sum hava eitt serliga stórt tal av sonevndum HER2-reseptorum – ella nervaoddum.

 

Knútar í bróstinum verða altíð kannaðir fyri HER2. Tað er nevniliga soleiðis, at ein ov stór mongd av HER2-reseptorum veksur um vandan fyri, at krabbasjúkan kemur aftur.

 

Við at dyrka krabbakyknur við høgum tali av HER2 í serligum trídimensjonellum gelé á royndarstovu hava granskarar nú fyri fyrstu ferð fingið innlit í tær mekanismur í innaru kyknunum, sum eru orsøkin til áleypandi vøksturin.

 

Frágreiðingin finst í proteininum, sum kallast MZF1, har ein einstakur bólkur av kemiska evninum fosfor er avgerandi fyri, um krabbakyknurnar gerast áleypandi og spreiða seg ella ei.

 

Um fosfor-hópurin situr á MZF1, setir hetta gongd á eina røð av signalum, sum gera krabbakyknurnar áleypandi. Situr fosfor-hópurin ikki á MZF1, spreiða krabbakyknurnar seg ikki.

 

Við grundarlagi í hesi gransking á royndarstovu vóna granskarar, at nýggja vitanin kann geva kvinnum við bróstkrabba eina betri viðgerð.

 

- Jú, meira vitan vit hava um, hvat hendir inni í krabbakyknunum, jú betri kunnu vit viðgera sjúkuna. Okkara vón er, at vit upp á longri sikt kunnu brúka hesa vitan til at peika út teir sjúklingar, sum eru í serligum vanda fyri at fáa afturstig. Síðan verður viðgerðin, sum hesir sjúklingar fáa, málrættað tilsvarandi, soleiðis at vandin fyri afturstigum verður minni.

 

Tað sigur bólkaleiðarin, Tuula Kallunki, sum hevur luttikið í granskingini vegna Kræftens Bekæmpelses Center for Kræftforskning.

 

Nýggju úrslitini stava frá royndum, sum eru gjørd á royndarstovu, men granskarar fara at halda fram við kanningunum við at kanna veruligar krabbaknútar hjá bróstkrabbasjúklingum.

 

Tuula Kallunki sigur, at við at kanna, um MZF1 í krabbaknútunum hevur í sær fosfor ella ei og samanbera úrslitini við, hvussu sjúkan hevur ment seg hjá sjúklingum, kunnu granskarar fáa eina mynd av, hvønn týdning mekanisman hevur í likaminum – eitt nú í mun til spreiðing og afturstig í sjúkuni.

 

Í dag verða sjúklingar við HER2-positivum bróstkrabba vanliga viðgjørdir við heilivági, sum rakar HER2.

 

- Men, um komandi gransking staðfestir, at fosfor-bólkurin hevur ein sentralan týdning, kann granskingin møguliga lata upp fyri fleiri møguleikum fyri viðgerð. Talan kundi eitt nú verið um viðgerðir, sum blokera fosfor-bólkin, sigur Tuula Kallunki. 

 

Bólkaleiðarin heldur, at nýggjar viðgerðir partvís kunnu geva læknum fleiri møguleikar fyri viðgerð til sjúklingar, har krabbakyknurnar eru vorðnar mótstøðuførar yvirfyri viðgerðum, sum finnast í dag.

 

- Hugsandi er eisini, at nýggjar viðgerðir kunnu vísa seg at gerast meira effektivar enn tær, vit kenna í dag, leggur Tuula Kallunki, aftrat.

Kelda: www.cancer.dk