Vita framvegis einki

Eyðun Rasmussen, stjóri á Christiani í Grótinum, bíðar framvegis eftir at fáa at vita, hví skipið er tikið av myndugleikunum í Hetlandi

Eyðun Rasmussen sigur við in.fo, at tey framvegis ikki kenna orsøkina til, at sjóverjan í Hetlandi kravdi Christian í Grótinum til lands, og fyrr enn hann veit nærri, vil hann ikki gita ella illgita um orsøkina til hetta.

 

Í dag hevur talsmaður fyri hetlendska reiðarafelagið sagt, at tað at føroysk skip hava fiskað heilt nær hetlendsku strendunum, prógvar, at makrel-semjan er gjørd undir skeivur fortreytum, men heldur ikki hetta vil Eyðun Rasmussen gera viðmerkingar til.

 

- Vit hava loyvi at koma so nær sum 12 fjóðringar frá landi. Tað er eisini har, at makrelurin er í løtuni, og sjálvandi royna vit har, sum fiskurin er at fáa. Men vit hava so ikki roynt innan fyri mark, sigur Eyðun Rasmussen.

 

Hann sigur annars, at skiparin í løtuni er á landi saman við lokalu myndugleikunum, og at hann vónandi hevur nærri boð um málið seinni í kvøld.