Vita enn ikki orsøkina

Leygarkvøldið kom eldur í eini sethús í Lucas Debesargøtu í Havn. Hóast ein bilstøð við bensinsølu og ein málingahandil eru í nánd, var ongantíð vandi á ferð.

Leygarkvøldið kl. 20:46 boðaði eitt av starvsfólkunum á bilstøðini Auto løgregluni frá hesum eldsbrunanum. Løtu seinni  tað er: kl. 20:55  vóru menn frá sløkkiliðinum á staðnum og byrjaðu at sløkkja. Eldsløkkingin gekk skjótt fyri seg, tí longu 18 min. seinni  kl. 21:13 var sjálvur eldurin sløktur. Síðani fóru menn undir arbeiðið við eftirsløkkingini.
Tá teir komu á staðið kundu teir rættiliga skjótt staðfesta, at eingin persónur var inni í sethúsunum, sum í løtuni eru undir umbygging eftir at tey hava skift eigara. Skilaveggir og annað var í hesum sambandi skrætt niður, og tí vóru neyvan nógvir virðislutir sum so inni í húsunum.
Av Politistøðini í Havn varð upplýst leygarkvøldið, at menn høvdu verið til arbeiðis í húsunum um dagin, og at seinasti maðurin fór úr húsunum um 19-tíðina.
Tá vit tosaðu við løgregluna í morgun var ikki gjørligt at fáa fatur á nøkrum sum hevði júst við hetta málið at gera. Men tað verður í øllum førum kannað í løtuni.
Tá talan er um eldsbruna í øki við bensinsølu í nánd, verður spurningurin um flyting av fólkinum í grannalagnum havdur á lofti. Men við eldsbrunan í kvøld var ikki mett at hetta gjørdist neyðugt.