Vita einki um manningina

Reiðaríið hjá danska farmaskipinum Leopard veit framvegis einki um manningina, sum bleiv burturflutt fyrradagin, tá sjórænarar lupu á skipið í Aden-víkini. Seks mans, tveir danir og fýra av Filipsoyggjunum, vóru við skipinum.

Reiðarin, Claus Bech, sigur í einari fráboðan til fjølmiðlarnar, at felagið ger alt, sum gerast kann, fyri at loysa málið. Hann sigur, at trygdin hjá manningini er tað týdningarmesta, og at hann tí ikki kann siga meiri um málið nú.

Reiðaríið hevur havt samband við avvarandi hjá teimum seks monnunum.

Leopard, sum sjórænararnir royndu at ræna, er framvegis í Aden-víkini.