Tað er uttan iva ein trupul uppgáva, ið stendur fyri framman hjá HB, nú teir í annaðkvøld skulu spæla Champions League dyst á útivølli í Georgia. Havnarfelagið hevur áður roynt seg í júst Georgia, og tað er ikki nakað, ið teir minnast gleðiliga aftur á. Tá var leikt í 35 hitastigum, og HB tapti heili 0-6 fyri Dinamo Batumi, sum mótstøðuliðið tá kallaðist. Heimadystin á Svangaskarði vann Batumi 3-0, so lítið man verða at ivast í, at georgisku liðini eru sterk. Í hópinum hjá HB í Georgia eru bert tveir leikarar, sum eisini vóru við, tá ið felagið kappaðist við Dinamo Batumi í 1997. Tað eru teir báðir, liðskiparin Rúni Nolsøe og veteranurin Hallur Danielsen. Harumframt vóru Bárður Johannesen og Hans á Lag eisini við í teimum báðum dystunum, men teir eru ikki við á HB-liðnum í løtuni vegna drúgvan skaðar.
FC Wit bert nummar fýra
Sambært teimum upplýsingum, ið HB hevur fingið fatur á, endaði mótstøðuliðið í ár, FC Wit, bert á fjórða pláss í heimligu kappingini í Georgia. Venjarin hjá HB, Heine Fernandez, sigur, at teir hava frætt, at FC Wit er sloppið at umboða Georgia í Champions League, hóast liðið bert gjørdist nummar fýra í georgisku kappingini. Orsøkin til tess er, at so nógv feløg í Georgia hava verið blandað upp í ymiskar muturgølur, og harafturat hava nógv feløg ógvuliga ivasom fíggjarlig viðurskiftir. Tískil avgjørdi georgiska fótbóltssambandið, at FC Wit, ið ikki hevur verið í slíkum gølum, sum hevur skil á sínum fíggjarligu viðurskiftum, skuldi sleppa at royna seg í Champions League undandysti.
Verjukend útgangsstøða
Hópurin hjá HB fór til Danmarkar hósdagin, og hesar seinastu dagarnar hevur liðið verið á venjingarlegu nærheindis Keypmannahavn. Í telefonini úr Keypmannahavn sigur Heine Fernandez, at liðið hevur vant fimm ferðir í Danmark á vøllunum hjá gamla felagnum hjá Fernandez, AB, norðan fyri Keypmannahavn. Allir spælararnir tykjast verða væl fyri, hóast miðvallarin Kári Nielsen, sum veruliga hevur fingið sítt gjøgnumbrot í ár, hevur havt trupulleikar við øðrum fótinum. HB noyðist eisini at verða landsliðsleikaran, Rógva Jacobsen, fyriuttan til dystirnar ímóti georgiska liðnum, tí at hann í seinna Europa Cup dystin ímóti FC Kaunas úr Litava fekk reyða kortið, og seinni var dømdur tríggja dagar leikbann av UEFA.
Leikandi venjarin hjá HB sigur, at tað uttan iva verður ein ógvuliga trupul dystur í Georgia, og tað er ein trupulleiki, at man als einki veit um sjálvt liðið hjá FC Wit. - Vit vita ikki, hvørja leikskipan FC Wit nýtir, og tað er ein bági, tá ið vit nú skulu leggja okkara taktikk til dystin, sigur Heine Fernandez. Hann dylur tó ikki fyri, at HB fer at hava ein rættuliga verjukenda útgangsstøðu í dystinum mikukvøldið, sum vónandi kann geva eitt gott úrslit, soleiðis at alt framvegis er opið undan dystinum í Føroyum. Sjálvur hevur Heine Fernandez áður spælt Champions League undandystir ímóti georgiskum lið, tá ið hann leikti saman við Toda Jónsson í FC Keypmannahavn. Hetta var í 2001, og Heine Fernandez minnist frá teimum dystunum, at georgiska liðið var tekniskt gott og sterkt á heimavølli. Dysturin mikukvøldið í Georgia verður leiktur klokkan 18 lokala tíð, og er tað klokkan 15 føroyska tíð.