Vita einki um havtaskuna

Í dag verða veidd millum 2000-2500 tons av havtasku undir Føroyum. Hendan verður seld fyri umleið 40 krónur kiloið, men veruleikin er tann, at føroyingar vita lítið og einki um stovnin undir Føroyum og hvussu nógv hann tolir.

-Vit mugu fara at kanna havtaskustovnin betri. Hetta er ein lønandi vinna og tað hevði verið ómetaligt spell, um vit ovurveiddu stovnin. Vit vita ikki um stovnunir undir Føroyum er ein sjálvstøðugur stovnur, ella um hann er ein partur av stovninum í Hetlandi ella partur av stovninum á Hatton Bank, segði Hjalti í Jákupstovu, tá hann á fundi á Fiskirannsóknarstovuni umræddi ætlaninar fyri fiskirannsóknum í ár.

-Vit ætla eisini at halda fram við at kanna hvussu rist riggar í flatfiskatrolum. Vit trúgva at tað fer at bera til við rist í flatfiskatrolum, soleiðis at trolbátarnir fiska flatfisk í staðin fyri tosk. Royndirnar vit gjørdu í fjør vóru eisini lovandi, sigur Hjalti í Jákupstovu.