Fyri góðum ári síðani lat Maersk Air upp skrivstovu í Havn. Endamálið var at styrkja seg á føroyska marknaðinum, men nú felagið fer at gevast við at flúgva til Føroya, er ógreitt, hvussu verður við skrivstovuni hjá danska flogfelagnum.
Á skrivstovuni hjá Maersk Air í Handilskjarnanum starvast tvey fólk fulla tíð, og eitt fólk er í hálvum starvi. Hesi hava einki frætt um, hvussu verður eftir 31. oktobur, tá flogfelagið gevst við Føroya-flúgvingini, men tað tykist lítið sannlíkt, at skrivstovan hevur langt lív lagað.