? Tað er fantastiskt at vinna gull eftir so nógva venjing og dystir, og tað ger tað bara enn meira stuttligt, at vit fáa so góðan stuðul frá áskoðarunum.
Harley Bertholdsen var júst so fegin um steypasigurin hesaferð, sum hann var í 1994, tá KÍ seinast vann Løgmanssteypið.
? Vit høvdu trupulleikar at tosa saman undir skýlinum, har klaksvíkingarnir sótu, tí teir larmaðu so illa. Teir vóru fantastiskir, og tað er púra vist, at vit vunnu dystin bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin, segði Harley eftir dystin.
? Dysturin var javnur, B36 høvdu bóltin nógv, men vit spældu beinleiðis, og vit vóru vandamiklari. Og so vóru vit eitt sindur hepnari. Teir raktu hóast alt tvørtræið, áðrenn vit fingu mál, og tá teir misnýta brotsspark, so kunnu teir ikki vinna eina steypafinalu.
Harley Bertholdsen er ein av mest royndu spælarunum á KÍ-liðnum, og hann heldur ikki, at hann hevur nógv ár eftir í toppfótbólti
? Nú eri eg 30 ára gamal, so kanska var hetta seinastu ferð, at eg var við til at vinna steypakappingina. Tað slítur upp á okkum, at vit venja so nógv, samstundis sum vit skulu arbeiða við síðuna av. Vit fáa ikki tað neyðugu hvíldina, og tí dugi eg ikki ímynda mær, at eg haldi fram í nógv ár afturat, sigur hann.
Harða skráin hjá KÍ-spælarunum sást eisini aftur millum spælararnar, tí undan finaluni vóru fýra spælarar ivasamir til dystin.
? Nú fáa vit ein hart til trongdan steðg í 10 dagar, men vit hava fingið boð um renna sjálvir, og tað er týdningarmikið, at vit vera væl fyri til seinnu hálvu, tí tað er framvegis nógv eftir at spæla um.