- Vit vunnu og tað var øgiliga týdningarmikið fyri okkum. Vit kempaðu fyri sigrinum, og tað taka vit víðari við okkum. Eitt skifti í seinna hálvleiki føra vit við 5 málum, men tá man er millum 18 og 22 ár, so missir man til tíðir høvdið. Vit hava ikki somu rutinu sum StÍF, og tá man brennir nógvar upplagdar møguleikar, so er ikki lætt. Vanligt plaga vit at tapa við einum máli, so tað er óført av okkara ungu monnum at vinna í dag, staðfesti Claus eftir dystin.