Vit vóru níggju dagar frá einari vanlukku

Var sólstormurin, sum var í 2012, komin níggju dagar frammanundan, kundi hann lagt allan tann nútímans heimin stillan.

Sólstormurin í 2012 var tann harðasti í 150 ár og slongdi fleiri milliardir tons av elektronum og protonum út í heimsrúmið við einari ferð, sum lá um 3.000 kilometrar um sekundið. Sambært granskarum var sólstormurin ein tann harðasti nakrantíð og ein tann harðasti geomagnetiski stormurin, sum vísindin veit um.

 

Jørðin og hinar gongustjørnurnar vóru hinumergin sólina, tá sólstormurin var. Granskarar á lærda háskúlanum í Berkeley í USA siga, at høvvdu vit verið somu megin sum sólstormurin, høvdu vit fingið eitt óvanliga bjart norðlýsi, tá partiklarnir frá sólstorminum høvdu komið inn í atmosferuna kring Jørðina. Avleiðingin hevði verið, at tann nútímans heimurin hevði ligið lamin.

 

-Vit vóru níggju dagar frá, at tað hendi. Tað tekur sólini 27 dagar at mala um seg sjálva, og vit vóru heppin, sigur norski granskarin Pål Brekke við norska kringvarpið. Hann sigur, at verður sólstormurin í 2012 borin saman við aðrar ógvusligar sólstormar so sum ein í 1859, verður mett, at sólstormurin í 2012 hevði gjørt skaða fyri 2,6 billiónir dollarar og kravt fleiri milliónir mannalív.

 

Men vit vóru røttu megin sólina.