Korona: Vit vóna at fleiri lata seg koppseta

Tað, sum hevur allarstørst týdning, er, at tey heilt gomlu lata seg koppseta, sigur landslæknin

Vit vóna at tað verða fleiri, sum lata seg koppseta. Tað sigur Lars Fodgaard Møller, Landslækni. Í morgun skrivaðu vit, at tað er ógvuliga avmarkaður áhugi fyri at lata seg koppseta fyri koronu, men landslæknin sigur, at hann vónar, at gongd fer at koma á. Hann sigur, at tað var eitt sindur seint, at farið var at koppseta og tað kann vera ein orsøk at ikki fleiri eru  koppsett. Men hann leggur afturat, at tey gomlu á ellis- og røktarheimum fáa tilboð um at lata seg koppseta og hetta er tann aldursbólkurin, sum tað hevur allarbest gagn av at lata seg koppseta.

 

Myndugleikarnir hava ikki gjørt nakran serligan háva burtur úr fyri at fáa fólk at lata seg koppseta. Lars Fodgaard Møller sigur, at tey fara at hava fund í koppsetingarbólkinum og har fara tey at taka málið upp um, at tað eru so fá, sum eru koppsett. Talan kann vera um at fara undir onkur tiltøk fyri at gera fólk varug við tilboðið um at lata seg koppseta. Hann sigur, at koppingarevni er bílagt til at koppseta 70 prosent av teimum yvir 70, so tað er væl hugsandi, at stig verða tikin fyri at fáa fleiri at koppseta seg.

 

Hann sigur, at endamálið við koppsetingini er ikki at basa koronu, tí fólk verða smittað, hóast tey eru koppsett. Men koppsetingin verjir fólk rættiliga væl ímóti at verða álvarsliga sjúk av koronu og í tí sambandi hevur aldurin stóran týdning, tí eldri fólk verða harðari rakt enn onnur. Tað eru kommunulæknar og apotekini, sum koppseta fólk fyri koronu.

 

Samstundis sum at korona fer at ganga, gongur influensa eisini og heilsumyndugleikarnir vænta, at influensan verður harðari í vetur enn vit eru von við. Orsøkin er at vit hava havt lítið og einki av influensu í tveir vetrar, tí verjutiltøkini ímóti koronu, hava eisini forðað influensu í at breiða seg. Men avleiðingin er, at mótstøðuførið ímóti influensu er heldur ikki serliga gott og tí mælir landslæknin eisini eldri fólki til at lata seg koppseta fyri influensu. Hann sigur, at tað kann gerast samstundis sum at fólk koppseta seg fyri koronu.

 

Mælt verður til, at børn millum 2 og 6 ár, fólk, ið hava fylt 67 ár, fyritíðarpensjónistar ella fólk við varandi sjúku, ella sum av øðrum orsøkum eru í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av influensa, lata seg koppseta ímóti influensu. Børn verða koppsett við nasaspray.

 

Les eisini: Korona: Tað gongur strilti at koppseta