Tað er Marinustøðin, sum hevur tyrluflúgvingina í Føroyum um hendi, og vit ringdu til Eli Lynvej-Larsen og spurdu hann um hvussu støðan er viðvíkjandi tyrluflúgvingini.
? Vit hava ikki fingið nakað at vita um broytingar, sigur Eli Lyngvej-Larsen.
? Vit vita, at tað er gjørd ein nýggj semja um danska verjupolitikkin, og vit vita eisini at tað inniber, at tyrlurnar í Værløse skulu flyta til Karup. Men um tað fær nakran týdning fyri flúgvingina við Føroyar dugi eg ikki at svara fyri júst nú, sigur hann.
Eli Lyngvej-Larsen sigur tó, at halda tyrluskipararnir uppá at teir gevast um støðin verður flutt, so kann hetta fáa avleiðingar fyri flúgvingina við Føroyar og Grønland.
? Tá tyrluflúgvingin seinast var »uppi og vendi« var avgjørt, at tað skuldi gerast ein raðfesting. Hetta hevði við sær, at Føroyar og Grønland vóru raðfestar frammalaga, meðan venjingar og flúgving í Danmark vóru raðfestar aftanfyri. Tí helt tyrluflúgvingin við Føroyar fram. Men tá vóru sjey ella átta flogskiparar, sigur Eli Lyngvej-Larsen.
Grundarlagið rýkur
Stápsstjórin staðfestir, at fara tríggir ella fýra av teimum sjey, sum eftir eru í starvi í dag, ja so er grundarlagið undir raðfestingini, sum varð gjørd fyri nøkrum mánaðum síðani, burtur.
? Tað ber heilt einfalt ikki til, at hava eina skipan gangandi við bara trimum flogskiparum, sigur hann.
Eli Lyngvej-Larsen sigur, at tað er vorðið alt meira vanligt, at flogskiparar í verjuni fáa arbeiðið í privatu vinnuni.
Støðan hjá tyrluflogskiparunum er alt annað enn góð, men hon er, um møguligt, uppaftur verri hjá flogskiparunum á F16-jagaraflogførunum, greiðir Eli frá.
? Tað er skilligt, at tað er lønin og betri arbeiðsumstøður, sum lokka, men vandin fyri at verða uppsagdur, frá einum degi til annan er eisini til staðar. Hinvegin er marknaðurin fyri flogskiparum stórur, so tað er væl skilligt, hóast tað setur verjuna og bjargingartænastuna í eina knípu, sigur Eli.
Hvussu hetta kann gerast øðrvísið, hevur Eli onga viðmerkingar til.