Vit vinna á heimavølli

Álendski venjarin hevði bara rósur til føroyska kvinnulandsliðið. Men hann ávaraði um, at hansara gentur ætla sær gull á leikunum um fýra ár

Lerwick: Fyri føroyska kvinnlandsliðið mundi tað kennast hugagott, at Áland hevði lið við á oyggjaleikunum, eftir at tey ikki vóru partur av leikunum fyri tveimum árum síðani.
Eftir heiðursmerkja handanina fríggjadagin, fingu vit orðið á álendska venjaran, og hann duldi ikki fyri, at júst dystirnir móti Føroyum vóru ein av orsøkunum til, at liðið aftur hevði teknað luttøku.
- Tað vóri fíggjarligar avmarkingar, sum gjørdu, at vit ikki satsaðu upp á kvinnufótbóltin fyri tveimum árum síðani. Vit byrjaðu ístaðin frá grundini, og nú royna vit so at byggja eitt nýtt lið upp. Og sum tú kanska hevur sæð, so er talan um sera ungar spælarar, sum eru við hesaferð.
Fyri fýra árum síðani var talan um ein kanón-dyst millum Føroyar og Áland. Vóru dystirnir móti Føroyum ein av orsøkunum til, at tit aftur teknaðu luttøku.
- Sjálvandi vistu vit, at dysturin móti Føroyum fóru at verða tann truplasti, og tað var kanska eisini her, at størsta avbjóðingin lá. Hinvegin, so roknaðu vit ikki við, at vit fóru at vinna á Føroyum. Okkara mál var at taka ein dyst í senn, og at vit skuldu standa okkum so væl sum gjørligt, í hesum.
- Men upp á longri sikt, so vilja vit altso vera við heilt frammi í oddinum. Og sjálvur gleði eg meg longu til leikirnar á Álandi um fýra ár, tá vit skulu taka gullmerkini frá tykkum, segði álendski venjarin við einum stórum smíli at enda.