Vit vinna óansæð

Hóast tað sjálvandi er fótbólturin, sum dregur, so er hesin ikki alt. Írsku áskoðaranrir eru eins nógv komnir til Føroyar at hugna sær. Og sum tey siga, so hava tey vunnið, líkamikið hvussu úrslitið av sjálvum dystinum verður

írsk innrás
Jákup Mørk

May I sit down for a moment, please?
- No problem. Are you a journalist?
Vit eru á Café Natúr mánakvøldið. Blokkurin ikki meira enn hómast undan lummanum, men kortini er maðurin við grønu troyggjuni skjótur at spyrja. Og tað skal leggjast afturat, at hann ikki hevur nakað sum helst ímóti at tosa við umboð fyri føroysku pressuna.

Hvønn útidyst í 10 ár
Bernard, sum maðurin eitur, er partur av írskum ferðalagi, sum er í Føroyum, nú fótbóltslandsdystur er á skránni.
Longu sunnukvøldið byrjaði spakuliga at síggjast, at írar enn einaferð vóru farnir undir føroyskt landnám, og sum mánadagurin leið, gjørdist hetta alt meira eyðsýnt.
Hjá Bernard og teimum er tó galdandi, at tey sum so ikki eru fødd í Írlandi.
- Eg eri uppvaksin í London, hagar foreldrini hjá mær fluttu undan arbeiðsloysinum, sum tá var í Írlandi. Men í hjartanum eru vit øll írar, og vit vilja stuðla grønu dreingjunum alla staðni, har teir fara.
Og hetta við alla staðni skal skiljast heilt bókstaviliga. Sjálvur hevur Bernard verið til hópatals dystir, síðani hann í 1977 fyri fyrstu ferð var til dyst hjá írska landsliðnum.
- Tað veldst sjálvandi um pengar, men eg royni at fara alla staðni, har eg yvir høvur havi møguleikan.
Og hjá Sylvester, sum eisini er hjástaddur, er talan um mest sum fullkomna passión.
- Eg havi verið til hvønn tann einasta útidyst hjá Írlandi seinastu 10 árini. HM í USA, HM í Japan og Korea og dystir av alskyns slag kring alla klótuna.
Er tað ikki ein dýrt ítriv?
- Tað er tað, men tú skalt ikki spyrja meg, hvussu eg havi ráð til hetta. Eg royni bara at spara saman sum mest, og onkursvegna, so gongur tað altíð, heldur hann.
Og báðir eru teir eisini samdir, tá vit tosa um, hvørjar minnisríkastu upplivingarnar øll hesi árini hava verið.
- Skal eg pilka nakað burtur úr rúgvuni, so eru tað serliga tveir dystir, sum standa sera klárt í minninum. Tá vit í 1991 spældu 1-1 móti Onglandi á Wembley var ein ótrúligur dystur. Vit skuldu sum so eisini havt vunnið, men tað staðfesti veruliga, at Írland einki stóð aftan fyri Ongland, sum árið fyri var í hálvfinaluni í HM-kappingini.
- Og so sjálvandi fyrsti dysturin í HM-kappingini í '94. Vit spældu móti Italia, og vit vunnu dystin 1-0. Tað er nokk størsta løtan, sum írskur fótbóltur hevur havt yvirhøvur, siga teir.

Tøkk til allar føroyingar
Nú vit sita soleiðis og práta, so slepst sjálvandi ikki undan at tosa um Føroyar. Føroyskan fótbólt, eyðvitað, men eisini Føroyar sum ferðamannaland.
- Tað undrar meg, at tit ikki hava eina størri ferðavinnu, sigur Louise, sum eisini er við í ferðalagnum.
- Enn hava vit sjálvandi verið her so stutt, og tað einasta, sum vit hava sæð av landinum, var, tá vit koyrdu av flogvøllinum til Havnar. Men her tykist at vera ótrúliga vakurt, heldur hon.
- Og so má eg leggja afturat, at eg ongantíð havi upplivað so vinarlig fólk sum tykkum. Írskir áskoðarar plaga annars at verða væl móttiknir alla staðni kring heimin, og vit hava jú orð á okkum sum stuttligir áskoðarar, sum bara vilja stuttleika okkum. Men blíðskapurin, sum vit longu nú hava merkt, ber av øllum. Eg havi ikki sjálv havt stundir til at takka øllum teimum, sum vit hava tosað við. Men kanst tú ikki senda eina tøkk til øll hesi umvegis blað tykkara, sigur hon.
Og Sylvester tykist eisini vera hugtikin av Føroyum.
- Eg hevði als ikki hoyrt um Føroyar undan lutakastinum til EM í '92. Tá eg sá navnið, fór eg alt fyri eitt at kanna, hvat hetta var fyri land. Og eg setti mær fyri, at komu vit nakran tíð í bólk við Føroyum, so skuldi eg við. Og tað ynskið gjørdist ikki minni eftir fyrsta dyst tykkara.
Men tað var tó um reppið, at tey als ikki komu til Føroya, sigur Pat, sum er fjórði maðurin í bólkinum.
- Tað vóru eingi atgongumerki eftir, og tí tóktist tað púrasta vónleyst hjá okkum at koma við. Men tíbetur, so fingu vit fatur á nøkrum eyka atgongumerkjum, og so var bara at gera seg til at fara.

Vinna undir øllum umstøðum
Og so verður aftur tosað um dystin mikukvøldið. Tosað verður aftur og fram um, hvørjir bestu spælararnir eru og soleiðis, men tá gitast skal um úrslitið, vil eingin teirra koma við einum boði.
- Eg havi sæð so nógvar dystir nú, at eg eri púrasta givin við slíkum gitingum. Tí í fótbólti kann alt henda. Sjálvandi vóni eg - og rokni við - at vit vinna, men tað verður undir ongum umstøðum lætt. Tit hava jú givið bæði Fraklandi og Týsklandi dygga mótstøðu - móti Týsklandi bjargaði stólpin jú teimum - so okkara menn skulu stríðast. Eingin ivi um tað, heldur Pat.
Og Louise leggur afturat.
- Vit vinna jú kortini. Altso áskoðararnir. Vit eru komin til eitt fantastiskt stað. Tað var kanska heldur dýrt at ferðast higar, men eg tori longu nú at staðfesta, at tað hevur verið vert hvønn tann einasta penny.