Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sigur, at tá Jan Mortensen kastar bóltin til vinnuna viðvíkjandi framleiðslu av føroyskum rognum, so fer hann ikki heilt skeivur.
- Tað, ið Jan Mortensen vísir til er bert konsekvensurin av tí, at vinnan hevur í størri mun keypt rogn uttanlanda frá. Í 2007 og 2008 8 var vinnan av tí sannføring, at tað var rætt at broyta strategiina hjá Fiskaaling. Tá fór mann at brúka norska Salmobreed sum veitara av tí lívfrøðisliga tilfarinum. Mann gjørdi eina avtalu við Salmobreed um at veita tilfar til Fiskaaling. Tá broyttist Fiskaaling til bert at verða framleiðari av rognum og brúka norskt tilfar. Tað helt mann í 2008 var tað rætta, sigur Regin Jacobsen
Regin Jacobsen vísir á, at Fiskaaling framleiddi rogn fram til 2008, grundað á eina stammu, sum mann sjálvur átti rættindi yvir. Tað er tað, ið vit at kalla tann føroyska stamman. Regin Jacobsen sigur, at í grundini eru allur laksur frá somu stammu og í tann mun kann mann illa tosa um norsk og føroysk rogn, men mann eigur heldur at tosa um hvørja stammu mann eigur rættin yvir og sum mann arbeiðir við.
- Tann stamman, sum vit hava arbeitt við í Føroyum, er ein sum vit hava havt rættin yvir í Føroyum. Í 2008 fer mann frá henni og at brúka hana hjá Salmobreed. Fiskaaling bleiv tá framleiðslufelag við rognum úr Norra. Tann einasti fiskurin, sum er eftir við teimum genunum, sum vit í Føroyum eiga rættindini yvir, við tí ”føroysku” stammuni, eru tveir ringar inni á Skálafjørðinum við 15,000 laksum. Við teimum hava vit møguleikan at fara aftur til tað stammuna, sum vit hava rættindini uppá. So tað ber til at fara aftur, sigur Regin Jacobsen.
Regin Jacobsen sigur, at í 2013 kom Bakkafrost til tað niðurstøðu, at avgerðin í 2008 var ikki røtt. Tí tóku tey eina nevndaravgerð í 2013, at tey vildu aftur til tað føroysku stammuna.
Regin Jacobsen sigur, at Bakkafrost kannaði kostnaðin og spurdu hini alifeløgini um tey vildu við, men eftir at hugsa seg um, so komu tey til tað niðurstøðu, at tey vildu ikki verða við í føroyska lívfiskaframleiðslu og rognaframleiðslu.
- Tí valdu vit at fara undir virksemið sjálvi og kanna møguleikarnar nú, sigur Regin Jacobsen.