Hóast meir verður tosað um kynsligan ágang í føoyska samfelagnum í dag enn tað varð fyrr, so verður enn lítið tosað um skemmaran ella pædofilin - altso tann, sum ger seg inn á barnið. Í kvøld verður tí skipað fyri temakvøldi í Skótahúsinum við Løkin um júst hetta evni. Hetta er næsta av trimum temakvøldum, sum fealgið Bituff skipar fyri.
– Vit koma ikki til at tosa um tann sum fremur ágangin, tí tað er so ræðuligt, sigur Maibritt Højgaard, fyriskipari av tiltakinum í morgunsendingini hjá Kringvarpinum í morgun.
Á temakvøldinum verður farið afturum framsíðuna og tosa um, hví ein skemmari eru seksuelt áhugaður í børnum. Eisini verður spurt, hvat fær skemmaran at fremja kynsligan ágang móti børnum og tosað verður um framferðirnar, sum skemmarar brúka.
Viðgerðingar, sum verða framdar fyri pædofili eru ymiskar: Alt frá sálarfrøðiligari kognitivari viðgerð til kastration verður nýtt, men tað er tíverri torført at viðgera pædofili. Heldur ikki eru serfrøðingar á einum máli um, hvørt pædofili er ein seksuell præferansa ella tað er ein sjúka. Tað avgerð eisini viðgerðarháttin, greiðir Bjørt Lind, sálarfrøðingur, frá í morgunsendingini í Kringvarpinum.
– Ert tú ein ektaður pædofilur, so ert tú ikki serliga móttakiligur fyri sálarligari viðgerð, sigur Bjørt Lind.
Kuno Sørensen, autoriseraður sálarfrøðingur við eftirútbúgving innan psykoterapi, heldur fyrilestur á tiltakinum. Hann hevur arbeitt innan barnapsykiatri, ráðgeving og viðgerð av útsettum børnum og familjum. Síðan 2001 hevur hann arbeitt hjá Red Barnet við serligum atliti til kynsligan ágang móti børnum. Tað eru Bjørt Lind og Anita Vinter Andersen, pædagoskur antropologur, sum luttaka í orðaskiftinum, sum Maibritt Højgaard frá Bituff leiðir eftir fyrilesturin hjá Kuno.
– Pædofili og siðamisbrot kunnu hava stórar kensluligar, persónligar og samfelagsligar avleiðingar fyri øll, og á heimasíðu síni.










