Vit vilja hava silvur

Venjarin hjá StÍF, Jónleif Sólsker, var ikki sørt vónbrotin eftir tapið móti Neistanum, men kortini helt hann ikki, at kappingarárið nú er liðugt fyri teirra viðkomandi

Eftir at StÍF sunnudagin mátti lúta fyri Neistanum, er í øllum førum greitt, at FM-steypið skal flyta bústað komandi árið.

Venjarin hjá StÍF, Jónleif Sólsker, ásannaði eisini, at FM-gullið nú verður ein spurningum, sum Neistin og VÍF skulu svara, men kortini legði hann afturat, at strandingar framvegis ætla sær at vinna teir báðar dystirnar, sum eru eftir.

- Eingi ivi skal vera um, at vit ætla okkum at vinna silvurmerkini, og hetta krevur sigrar í teimum báðum seinastu dystunum, so vestmenningar skulu avgjørt ikki vænta sær nakran lættan dyst, tá teir koma her um eina viku, segði ein avgjørdur StÍF venjari.


Takka fyri seinast

Tá vit spurdu Jónleif um, hvat munurin var á liðunum báðum sunnudagin segði hann, at avgerandi løtan var, tá Bogi bjargaði atsóknini frá Artur, tá StÍF hevði møguleikan at leggja seg á odda 24-20.

- Ístaðin skora teir upp á kontraálop, og tá vit samstundis fáa eina útvísing, gevur hetta teimum rættuliga blóð upp á tonna, heldur venjarin fyri.

Spurdur um hann ikki helt, at tapið sunnudagin fór at hava við, sær menninir ikki verða nóg uppsettir til dystin móti VÍF helt Jónleif Sólsker, at hetta ikki fór at verða nakar trupulleiki. Hinvegin helt hann, at spælið kanska kundi gerast betur, tí sunnudagin var sjónligt, at menn tóktust darvaðir av nervum, og at spælið tískil ikki riggaði, sum tað skuldi.

At enda legði hann afturat, at tá StÍF fyri einum ári síðani gjørdist føroyameistari var hetta millum annað neistanum at takka fyri, tá teir í næst seinasta umfarinum vunnu á Kyndli, og harvið góvu strandingum møguleikan fyri at vinna gullmerkini.

- Tí er tað kanska hóskandi, at vit nú takka teimum fyri hetta, við at vinna á vestmenningum og harvið handa Neistanum gullmerkini.