Vit vilja hava mannin dømdan fyri dráp

Tað sigur Michael Boolsen, fúti, sum er ákæri í málinum í Landsrættinum, har ein 26 ára gamal maður er skuldsettur fyri at hava dripið eina 16 ára gamla gentu í 2012.

Við Deg og viku í kvøld segði Michael Boolsen, fúti, sum er ákæri í málinum, sum eru fyri í Landsrættinum hesa vikuna og næstu viku, at ákæruvaldið í fjør valdi at kæra dómin til hjá Føroya Rætti til Landsrættin, tí tey eru ikki samd við Føroya Rætti í metingini á prógvunum.

Tann 26 ára gamli maðurin er skuldsettur fyri um náttina tann 20. november í 2012 at hava dripið 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen á ógreiðan hátt og tveitt hana á sjógv í Hvannasundi og fara frá henni, so hon druknaði.

Men hann varð fríkendur í nevningatingi í Føroya Rætti í fjør, og tann dómin er ákæruvaldið misnøgt við, og tí hava tey kært dómin til Landsrættin.

– Vit hildu upprunaliga, at dómur skuldi fellast. Tað hendi ikki, og tí vilja vit hava metingina hjá Landsrættinum, segði Michael Boolsen við Deg og Viku í kvøld

– Vit hava eina aðra meting av prógvunum, enn Føroya Rættur hevði, og nú vilja vit fegin hava, at Landsrætturin tekur støðu til, um okkara meting er tann rætta, ella um metingin hjá Føroya Rætti er tann rætta.

Fútin segði eisini, at ikki nógv nýtt er í málinum, men tað er spurningurin, hvussu mett verður um prógvini, segði Michael Boolsen, og vit hava sum sagt eina aðra meting av prógvunum, enn Føroya Rættur hevði, og um Landsrætturin kemur til eitt annað úrslit, so verður tað so.

Verjin hjá tí ákærda er ikki samd við ákæranum

– Mín klientur skal fríkennast, segði Karina Skou, verji hjá tí ákærda, við sjónvarpið.