Formaðurin í arbeiðsbólkinum, ið skal gera eitt tilmæli um nýggja fiskivinnuskipan eftir 2017, fekk orðið á tíðindafundinum í dag, tá Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, var liðugur við sína framløgu.
Nýggi formaðurin takkaði fyri álitið frá landsstýrismanninum, og vísti á, at ætlanin hjá arbeiðsbólkinum ikki var at leggja fram eitt politiskt tilmæli, men lýsa hvussu fiskivinnan kann skipast á annan hátt, og lýsa avleiðingarnar av teimum broytingum, ið man frá politiskari síðu hevur stungið út í kortið.
Móti endanum av stuttu røðu sínari vendi hann eina serliga heilsan til fjølmiðlarnar.
- Vit vilja hava frið frá fjølmiðlunum til at gera hetta arbeiði. Tey flestu okkara hava uppgávur aðrastaðni, og tíðin at gera tilmæli er stutt. Tað verður skipað fyri ymiskum almennum hoyringsfundum, men annars fáa tit bara møguleikan at seta okkum spurningar nú og so aftur á ólavsøku.

Johnny í Grótinum.
- Vit vilja hava frið

Johnny í Grótinum.

Johnny í Grótinum.

Johnny í Grótinum.

Johnny í Grótinum.

Johnny í Grótinum.

Johnny í Grótinum.