Tað var Svein í Heiðunum, ið líka sum var vertur á grønmetisfundinum á Hotel Skálavík í kvøld.
Svein starvast hjá Smyril Line, sum nú rekur Depiin í Skálavík undir navninum Hotel Skálavík.
- Eftir fundin verður bjóðað til kaffi og køkur úti í matstovuni. Hotellið verður opið fyri øllum, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Svein segði, at Hotel Skálavík og Smyril Line vilja gjarna spæla við í Vakstrarætlanini fyri Sandoynna og eisini í grønmetis-og ferðavinnuætlanini fyri oynna.
- Vit hava ein góðan køk her í Skálavík, og vil vilja ógvuliga gjarna spæla við og brúka føroyskar grønmetisvørur, um royndirnar fara at bera fruktir.
Svein í Heiðunum segði, at Hotel Skálavík hevur eitt stórt parkeringsøki, har væl ber til at selja grøði, um brúk verður fyri tí.