Glastrevjaídnaður
Hugflogið er stórt, og tað er dirvið eisini.
Søren Svenning Danielsen, sum eigur felagið Spf. SD Beding, hevur júst keypt maskinverkstaðin hjá P/F Frithleif Olsen við Fjøruvegin í Runavík. Tað er Norðoya Sparikassi, sum hevur fíggjað keypið, og eigarin er væl nøgdur við ta viðgerð, hann hevur fingið úr Klaksvík. Men hann vil einki siga um keypsprísin.
Talan er um bygningin, sum stendur millum Timburhandilin í Runavík og ruskmóttøkuna hjá Runavíkar kommunu. Tað var her, at FJM í fleiri ár hevði sítt virksemið við rustfríum stáli og øðrum. Seinni keypti FJM bygningin, sum P/F Klement Petersen bygdi á Rytuvíkarhálsi, og seinni keypti FJM so velduga stóra bygningin hjá fyrrverandi Eysturoyar Heilsølu.
Fyrr í heyst hendi so tað, at maskinverkstaðurin, FJM, varð lagdur saman við Tórshavnar Skipasmiðju, samstundis sum Frithleif Olsen verður stjóri á Skála Skipasmiðju, ið Tórshavnar Skipasmiðja eisini eigur.
Leigaði seg inn
Søren Svenning Danielsen fór undir Spf. SD Beding fyri smáum tveimum árum síðan. Hann leigaði seg inn í annan av bygningunum hjá AWI-Boats í Runavík og leigaði samstundis bedingina frá felagnum, hann áður hevur lært og starvast hjá.
Søren Svenning er útbúgvin innan glastrevjayrkið og hevur lært til tað, sum danir rópa epeterings-bådbygger.
- Áðrenn eg fór undir egna fyritøku við umvælingum og bedingsarbeiði fyri skjótt tveimum árum síðan, tók eg mær fyri tað mesta av stálarbeiði og motorarbeiði fyri AWI-Boats, sigur hann.
Fyri einum góðum ári síðan gjørdi Spf. SD Beding leigusáttmála við P/F Frithleif Olsen, og varð alt virksemið hjá felagnum tá flutt úr bygninginum hjá AWI-Boats og í bygningin, sum felagið nú hevur keypt.
Søren Svenning sigur, at bygningurin er tilsamans 510 fermetrar stórur, men við tað, at skrivstovuparturin er í tveimum hæddum, er samlaða gólvvíddin einar 750 fermetrar. Sjálv byggihøllin er umleið 400 fermetrar stór.
Hann er væl nøgdur við bygningin, og ikki minst er tað ógvuliga praktiskt í dagliga arbeiðnum, at ein el-drivin krani á skinnarum er í høllini, sum kann hiva og flyta motorar og annað, sum viga upp í 5 tons ? úr einum staði í annað um alla høllina.
Í ovaru hæddini eru eisini skrivstovur, kaffistova og ein hugnalig stova, har fólk kunnu støkka inn á gólvið at spyrja seg fyri og tosa um møguligar sáttmálar um bátar, septiktangar, vatntangar ? ella, hvat nú hugsast kann úr glasfipur.
Haraftrat eru møguleikar fyri smásølu í bygninginum.
Søren Svenning sigur, at Skipaeftirlitið hevur góðkent bygningin til umbyggingar og nýbyggingar við glastrevju.
Hugflogið er stórt
Sum vit nevndu í byrjanini, vantar Søren Svenningi og hansara 6-8 fólkum ikki hugflog.
Teir umvæla og byggja bátar úr glastevju, stoypa rottangar, vatntangar og aðrar lutir úr glastrevju.
- Vit eru til reiðar at tosa um allar hugsandi og óhugsandi uppgávur fyri privatfólk, feløg, stovnar og kommunur, sigur hann.
Søren Svenning vísir á, at tað nyttar so lítið í dag at hava eina framleiðslu, sum tørvur ikki er á. Tí er málið hjá honum og teimum, hann hevur í arbeiði, í størst møguligan mun at gera tað, sum marknaðurin vil hava.
- Tað nyttar einki, um eg havi eina lítla og fitt jollu til alivinnuna, um eingin alivinna er. Tað nyttar heldur einki hjá okkum at byggja ein útróðrarbát, sum marknaðurin ikki vil hava, sigur hann.
Spf. SD Beding hevur keypt formarnar til gomlu fýramannaførini, fimmmannaførini og seksmannaførini, sum upprunaliga vórðu bygd í Kaldbak.
- Vit keyptu hesar formarnar frá Alu-Plast í Gøtu og hava bygt og selt nakrar slíkar bátar í farna ári.
Aftrat hesum formunum, eigur felagið eisini form til ein 34 fót stóran útróðrarbát.
Vælegnaður stuttleikabátur
Inni í byggihøllini stendur eitt ógvuliga snotuligt seksmannafar, sum í fyrsta lagi er bygt til stuttleikasigling.
- Hetta er fyrsta seksmannafarið, vit hava bygt. Skrokkurin og formurin er hin sami, sum gomlu kalsbaksbátarnir vórðu stoyptir í. Men vit hava valt at geva bátinum eitt breiðari skvatliborð og eitt nógv størri og rúmligari hús, sum verður innilokað við galesju. Haraftrat hevur báturin viðfestismotor, sum stendur miðskeiðis, men heilt har afturi í bátinum.
Søren Svenning vísir á, at ein slíkur viðfestismotorur kann takast upp úr bátinum, um okkurt er áfatt við honum. Haraftrat kostar hann bert ein triðing av tí, sum ein fastur motorur kostar.
- Vit halda, at hetta er ein vælegnaður og lutfalsliga bíligur stuttleikabátur í mun til aðrar dýrar bátar til frítíðarsigling.
Eigarin av Spf. SD Beding sigur, at felagið veit um aðrar áhugaverdar formar av bátum, sum ikki verða brúktir í løtuni, men tíverri vilja teir, sum eiga hesar formar, ikki selja.
Hann vísir á, at ynskir onkur sær t.d. eitt seksmannafar, er SD Beding altíð til reiðar at tosa við viðkomandi um, hvussu yvirbygningurin skal byggjast.
- Vit vilja í størst møguligan mun ganga ynskjunum hjá okkara viðskiftafólkum á møti, og vit eru altíð til reiðar at tosa um loysnir, sigur Søren Svenning.
Rot-og vatntangar
Spf. SD Beding hevur eisini keypt formar til rot-og vatntangar, sum Svend Krosstein áður hevur keypt frá Alu-Plast í Gøtu.
- Vit vendu okkum til Svend Krosstein, tí teir brúktu ikki hesar formar. Avtalan er, at vit gera rottangar og vatntangar, sum Svend Krosstein so selir. Á henda hátt hava vit bara framleiðsluna, meðan sølufelagið hevur og umsitir søluna.
Søren Svenning sigur, Svend Krosstein er ein stórur útvegari av rot-og vatntangum, og á glastrevjaverkstaðnum í Runavík hava teir møguleikar at byggja vatntangar í nógvum ymiskum ? fyri ikki at siga ? øllum støddum.
Nú flestu kommunur tosa um reinari vatn, væntar Søren Svenning, at eftirspurningur framhaldandi verður eftir vatntangum. Haraftrat kemur, at øll nýbygging krevur, at fólk hava rottangar, umframt at tað er alment kent, at eini 800 húsarhald kring um í landinum als ikki hava rottangar.
- Tað er so nógv lættari hjá stovnum og kommunum at arbeiða við glastrevjatangum ? ikki minst, tá ið hesir skulu plaserast burtur frá bygdum øki. Hetta kann ikki samanberast við at arbeiða við eitt nú betongi, sum vigar so nógvar ferðir meira og krevur sterkar forskallingar, sigur Søren Svenning.
Nógvir møguleikar
- Orsøkin til, at eg fyri einum góðum ári síðan ikki helt uppat við virkseminum, tá ið AWI-Boats segði leigusáttmálan við okkum upp, var, at vit tá høvdu nakrar uppgávur og nakrar sáttmálar, sum vit ikki vórðu lidnir við. Vit høvdu eisini givið nøkur tilboð um viðlíkahald og umvælingar av glastrevjabátum. Haraftrat sá eg nakrar møguleikar við glasfipurframleiðslu, sum eg helt ikki vóru troyttir.
Søren Svenning sigur, at Spf. SD Beding hevur nógv góð hugskot um ymiskar møguleikar við glastrevju.
- Ein møguleiki er at framleiða takplátur, ið kunnu gerast so langar, sum viðskiftafólk ynskja. Ein annar er at framleiða stór rør ? ella smogur, sum kunnu nýtast undir ferðsluríku bygdarvegunum, har eitt nú skúlabørn skulu um vegin. Hesi kunnu eisini framleiðast eftir ynski, bæði í vídd, longd og styrki.
Hann vísir á, at betongið er ikki tað dýrasta, men tað er forskallingin, sum er trupul, og tí kundi SD Beding eisini hjálpt kommunum og øðrum við forskallingum, sum kunnu standa eftir, tá ið stoypt er.
- Vit eru til reiðar at tosa um allir møguligar loysnir, sigur Søren Svenning Danielsen.