Vit vildu ov nógv

- Tað, sum var feilurin hjá okkum, var, at vit vildu ov nógv, í mun til hvat vit megnaðu við teimum arbeiðsumstøðunum, vit høvdu. Hóast sendingin hevði feilir, eri eg errin av henni og øllum tí arbeiði, ið liggur aftan fyri eina so stóra sjónvarpssending. Tað sigur Høgni í Jákupsstovu, sum samskipaði nýggjárssendingina, ið hevur verið fyri nógvum atfinningum

- Jú, eg eri errin av sendingini, av arbeiðinum, ambitiónunum og vavinum av sendingini. At mann tordi at droyma og vildi nakað stórt, hóast umstøðurnar ikki vóru tær bestu.

Soleiðis sigur 38 ára gamli Høgni í Jákupsstovu, sum í skjótt 10 ár hevur starvast á tíðindadeildini í sjónvarpinum. Annað árið á rað var hann samskipari av stóru nýggjárssendingini, sum bleiv send í seks tímar beinleiðis av Hotel Føroyum nýggjársaftan.

Sendingin gekk ikki uttan trupulleikar, og nógv fólk hava funnist at tí, sum fór fram á skíggjanum hetta kvøldið.

- Sendingin bleiv ikki so góð, sum hon átti at verið, og høvuðsorsøkin er ljóðfeilir. Harafturat vóru vit óheppin við ymsum, sum gjørdi, at tað bleiv nakað av órógvi í sendingini. Tað er sjálvandi harmiligt. Kanska áttu vit at spælt tryggari og ikki viljað so nógv, sigur Høgni í Jákupsstovu.


Arbeiddu undir trýsti

Hóast fyrireikararnir av nýggjárssendingini sendu eina umbøn til Kringvarpið um at gera sendingina umleið tríggjar mánaðir áðrenn ársins seinasta dag, fóru fyrireikingarnar ikki í gongd fyrr enn beint áðrenn jólaaftan.

- Vit kundu ikki fara av álvara í gongd fyrr enn tá, tí Kringvarpið hevði ilt við at taka avgerð um sendingina. Tað darvaði sjálvandi fyrireikingararbeiðinum, tí eitt nú vit vistu ikki endaliga vavið á sendingini og kundu heldur ikki gera bindandi samstarvsavtalur, greiðir Høgni í Jákupsstovu frá.

Hann leggur tó dent á, at tað ikki skal fatast sum ein umbering fyri feilirnar í sendingini, men vísir á, at tað hevði eina ávirkan á fyrireikingarnar og endaliga úrslitið.

- Vit vistu ikki, hvat vit høvdu at arbeiða við fyrr enn í seinastu løtu. Til eina so stóra sjónvarpssending sum hesa, skalt tú brúka eitt ávíst tal av fólki, tú mást hava sponsorar, avtalur skulu gerast, útgerð skal leigast og so framvegis. Av tí at endalig avgerð um sendingina ikki bleiv tikin fyrr enn langt út í desember mánað, bleiv alt okkara arbeiði ógvuliga pressað, og tað var ein trupulleiki, sigur Høgni í Jákupsstovu.

Hann vísir á, at tað er ógvuliga torgreitt at gera eina sjónvarpssending í hesi støddini, tí hon krevur nógv meir, enn hvat fólk ofta halda.

- Sjónvarp er lumpisligt. Tá tað sær lættast út, tá er tað ofta torførast, og tað er júst hetta, sum ger sjónvarpsframleiðsu avbjóðandi og til tíðir eisini trupla, staðfestir Høgni í Jákupsstovu.


Nógv gekk galið

Teir seks tímarnar, sendingin vardi, vóru tað fleiri ting, ið ikki gingu eftir ætlan. Sambært Høgna Jákupsstovu var talan partvís um feilir, tey høvdu kunnað vart seg fyri, men eisini hendi ymiskt, sum fyrireikararnir ikki høvdu nakað við at gera.

- Sendingin er fyrst og fremst skemmað av ljóðfeilum, og tann parturin av arbeiðinum kundi verið gjørdur annarleiðis. Men viðvíkjandi innsløgunum á Glaðsheyggi og úr Klaksvík har vóru vit bara óheppin. Onkur hevði gjørt herverk og klipt ein ljóðkaðal á Glaðsheyggi, og ikki fyrr enn fimm minuttir áðrenn vit skulu senda haðani, fáa vit tey boðini. Í Klaksvík varð avgerð tikin um at flyta tiltakið innandura, og tað bleiv avgjørt fáar minuttir áðrenn, tað innslagið skuldi vera, sigur Høgni í Jákupsstovu, sum vísir á, at tey kundu verið meira tilvitað um at tikið hædd fyri hesum tingunum undir fyrireikingunum.

- Tað kundu vit gjørt í ein ávísan mun, men tá stórar broytingar fara fram, sum vit ikki kunnu stýra, beint áðrenn vit skulu vera á, tá er ikki altíð so nógv at gera, og tá kunnu feilir stinga seg upp, greiðir Høgni í Jákupsstovu frá.

Sæð í bakspeglinum dugir hann tó væl at síggja, at nógv kundi verið gjørt øðrvísi.

- Í tilgongdini at gera eina slíka sending tekur tú fleiri hundrað avgerðir allatíðina. Eg fari ikki at siga, júst hvørjar avgerðir vóru skeivar, men kanska vit kundu spælt eitt sindur tryggari og ikki verið so nógv staðni. Møguliga kundi tað verið ein fyrimunur, heldur Høgni í Jákupsstovu fyri.


Góð vøra við óhepnum villum

Hóast sendingin fyri hyggjararnar stundum kundi tykjast heldur kaotisk, var tað ikki ein kensla, sum samskiparin hevði, meðan sendingin fór fram.

- Nú var eg á skíggjanum fleiri ferðir, og tá fært tú ikki eina heildarfatan á sama máta sum hyggjarin, men eg hevði ikki eina kenslu av, at tað var kaotiskt upp á sama máta, sum tað hevur víst seg at hava verið, sigur Høgni í Jákupsstovu og heldur fram:

- Tá sendingin var liðug sat eg eftir við eini kenslu av, at vit høvdu gjørt eina góða sending, altso vit høvdu eina góða vøru, sum tíverri bleiv skemmað av óhepnum villum, sigur Høgni í Jákupsstovu.

Hann var tó alt fyri eitt greiðir yvir, at teir feilirnir, sum høvdu verið í sendingini, vóru feilir, ið fáa fólk at ilskast.

- Eg havi verið so leingi í hesum yrkinum, at eg visti alt fyri eitt, at hetta eru villur, sum ávirka fólk so mikið nógv, at tey verða óð. Samstundis veit eg, at til dømis allar tær neiligu viðmerkingarnar á eitt nú Facebook kann eg ikki brúka til nakað sum helst, og tær eftirmetingarnar sum fólk hava gjørt sær har, hava vit ikki brúkt til nakað, greiðir Høgni í Jákupsstovu frá.

Sjálvur hugdi hann eftir einum parti av sendingini dagin eftir.

- Tá var hon fín, men tað vil altíð so vera, at í eini sending, sum er so long, eru onkrir feilir, sigur hann og leggur afturat, at tað, at sendingin fekk so nógva umrøðu dagarnar frammanundan, hevur eisini gjørt, at tað samanumtikið hevur verið stórt fokus á sendingini, sigur hann.

- Eg haldi als ikki, at sumt av tíðindadekninginum um hesa sendingina bleiv lýst, soleiðis sum tað átti. Tað fór at snúgva seg um so nógv annað enn tað, sendingini av fyrstan tíð snúi seg um - at gera gott sjónvarp á nýggjárinum, sigur Høgni í Jákupsstovu, sum ikki vil koma inn á, hvørja ávirkan sendingin møguliga hevur havt á trúðvirðið hjá Kringvarpinum.

- Tað er ein spurningur, sum Kringvarpið sjálvt má svara fyri. Vit gjørdu bara eina nýggjárssending, har vit so at siga læstu allan tíðindaflutning í ein kassa fyri at halda tingini atskild. Har lá einki annað aftanfyri enn at framleiða gott sjónvarp.



Hevur sagt upp

Mánadagin kom fram, at Høgni í Jákupsstovu hevur sagt seg úr starvinum í Kringvarpinum. Hann avvísir tó, at orsøkin skal finnast í nýggjárssendingini.

- Tað hevur als einki við sendingina at gera, tí avgerðina um at steðga í Kringvarpinum hevði eg tikið langt áðrenn. Orsøkin til at eg gevist alt fyri eitt er tann, at eg eri farin í farloyvi fyrr og veit, at í tíðini aftaná tú hevur boðað frá, at tú fert aðrastaðni, fær hvørgin av pørtunum nakað burturúr. So tá eg visti, at tað bar til, at eg steðgaði alt fyri eitt, so valdi eg at gera tað, forklárar Høgni í Jákupsstovu og er skjótur at leggja afturat:

- Tað hevði verið tápuligt, um eg hevði sagt upp bara orsakað av eini sending, um alt annað var gott. Uppsøgnin hevur nakað at gera við arbeiðsumstøðurnar í Kringvarpinum, og harafturat havi eg hug til at royna okkurt nýtt og brúka teir førleikarnar, eg havi frá tíðini í Kringvarpinum, sigur Høgni í Jákupsstovu, sum tó ikki ætlar sær at sita hendur í favn.

- Fyrst og fremst fari eg at taka mær tíð til at byggja mína egnu samskiftisfyritøku upp, og tað eri eg longu farin í gongd við. Harafturat gleði eg meg bara til at fáa tíð við vanlig geramál, so sum at taka mær meira av børnunum og koma heim klokkan 16 heldur enn klokkan 20. Eisini fari eg nú undir at gera HD-útbúgvingina lidna, sigur Høgni í Jákupsstovu.