- Vit vera betri komandi ár

Jurgen Klopp sigur, at Liverpool kemur at klára seg betri komandi ár

Liverpool kemur at klára seg betri komandi ár. Í øllum førum um man skal trúgva karismatiska Liverpool venjaranum, Jurgen Klopp.

 

Í samrøðu við enskar miðlar undan dystinum móti Chelsea í annaðkvøld, sigur Jurgen Klopp.

 

-       Til komandi ár skulu vit gera tað betri, og tað ivist eg ikki í at vit fara. Fyri at skapa eitt gott kappingarár mugu nógv ting gerast nærum perfekt, og tað fara vit at arbeiða við. Eg gleði meg ótrúliga nógv til komandi kappingarár, og ikki minst til pre-season, har botnurin undan kappingarárinum av álvara verður lagdur.

 

Jurgen Klopp sigur eisini, at Liverpool fer at royna at vinna teir báðar seinastu dystirnar í kappingarárinum, soleiðis at felagið kemur at enda hetta kappingarárið væl, og  sum teir so skulu byggja komandi ár á.

 

Um eina góða viku spælir Liverpool finalu í Europa League móti Sevilla. Vinnur Liverpool tann dystin, tryggjar felagið sær Champions League luttøku komandi ár. Tað má avgjørt metast sum eitt góðtikið kappingarár hjá Liverpool, sum byrjaði kappingarárið heldur turbulent við einum venjaraskifti.