Vit vóru samd um at okkara vegir skuldu skiljast

- Vit vóru samd um, at okkara vegir skuldu skiljast og nú vit hava selt Sosialin, eru sostatt øll bond ímillum flokkin og blaðið endaliga kvett, sigur Jóannes Eidesgaar

Fjølmiðlar
 
 - Vit hava verið sera glaðir fyri tað samstarvið, vit hava hvat við Sosialin ígjøgnum øll hesi 80 árini. Men leiðslan í javnaðarflokkinum og leiðslan á Sosialinum vóru samd um, at tað einasta rætta var, at okkara vegir skiltust.
Tað sigur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins, nú flokkurin hevur selt Sosialin.
- Og nú vit skiltust, var tað í allar besta forstáilsi, leggur hann afturat
Kortini viðgongur løgmaður, at tað var við blandaðum kenslum, at Sosialurin nú verður seldur. - Sosialinum og blað og flokkur hava hingið saman í heili 80 ár, men nú endar sostatt hetta kapittulið í søgu floksins og samstundis eru øll bond ímillum Sosialin og javnaðarflokkin endaliga kvett.
 
Ein sólskinssøga
Løgmaður vísir á, at tað var ikki ein løtt avgerð at selja Sosialin, tí tað eru mong javnaðarfólk, ið hava sterkt tilknýti til blaðið, ikki bara kensluliga, men eisini fíggjarliga.
Hann vísir á, at tað eru ikki so fá javnaðarfólk, sum hava spýtt pening í Sosialinum ígjøgnum árini, tá ið blaðið hevur verið í aldudalum og tað hevur Sosialurin verið nakrar ferðir.
Seinast leiðslan og nevndin á Sosialinum og leiðslan í javnaðarflokkinum sótu við kreppuborðið, var í 1993, tá ið Sosialinum í veruleikanum var farin á húsagang.
- Fyri meg er sølan í dag ein heilt serlig løta, tí eg var ein av teimum, sum sótu við kreppuborðið, henda lagnudagin í 1993 saman við blaðstjóranum á Sosialinum, sum eisini tá æt Jan Múller og floksformanninum, Maritu Petersen og grannskoðarunum, Carl Wilhelm Weihe.
- Tað endaði við, at flokkurin setti allar sínar ognir í blaðið og síðani hevur Sosialurin verið ein sólskinssøga og hevur ment seg heilt ótrúliga til hann í dag er ein rættiliga góð søluvøra, sigur Jóannes Eidesgaard.
- Tað er tekin um, at avgerðin, sum flokkurin tók tann dagin í 993, var tann rætta og tað eiga tey rós uppiborið, sum tóku avgerðina, serliga blaðnevndin, floksleiðslan og grannskoðarin.
 
Aftur til kjarnuna
Kortini ivast Jóannes Eidesgaard ikki í, at mong javnaðarfólk eru hørm um støðuna, men hann ivast heldur ikki í, at tey fara at skilja støðuna, tá ið tey fáa eina frágreiðing.
­- Tað er ein stórur spurningur, hvat endamálið hjá einum flokki er. Er tað at eiga partafeløg og bløð, ella er tað at føra politiskt virksemi, spyr hann
- Tað er sosttatt ein stórur spurningur, hvat flokkurin skal brúka sínar kreftir og sína fíggjarliga orku til.
Nú flokkurin hevur selt Sosialin, gevur tað okkum høvi til at miðsavna alla okkara orku um okkara kjarnu-uppgávu, sum er at føra politikk.
Men hóast javnaðarflokkurin nú er vorðin fleirfaldur millióningur, kann formaður floksins kortini ikki siga nágreiniliga, hvat peningur skal brúkast til.
- Samstundis, sum vit gjørdu av at selja blaðið, varð samstundis avgjørt, at vit skulu gera eina reglugerð fyri, hvat peningurin skal brúkast til, sigur løgmaður.
- Men tað er kortini greitt, at talan verður um at brúka pengarnar til tað politiska virksemið og at styrkja flokkin politiskt, leggur hann afturat.
Hann vísir eisini á, at javnaðarflokkurin var einasti flokkur, sum átti eitt blað. Hinvegin vísa royndirnar, at skal ein politiskur flokkur koma fram við sínum boðskapi, er tað ongin treyt longur at eiga eitt blað og tað hevur flokkurin ásannað og tikið avleiðingarnar av.
 
Eitt spennandi íkast
Tá ið javnaðarflokkurin lýsti Sosialin, legði flokkurin dent á, at hann vildi tryggja sær, at fjølbroytni í tíðindaflokkinum varð tryggjað, eisini eftir søluna
Jóannes Eidesgaard er sannførdur um, at tað er so staðiliga tryggjað við teimum keyparum, sum nú hava yvirtikið blaðið.
- Við hesari søluni fara lesararnir ikki at síggja mun á blaðnum í gjár og blaðnum í dag og vit í flokkinum eru ómetaliga fegin um, at fjølbroytni í tíðindaflutninginum er varðveitt.
Sjálvur hevur floksformaðurin fult álit á, at keypararnir megna at føra blaðið víðari og at menna tað.
- Jan Múller er sjálv ímyndin av Sosialinum og er tað nakar, ið brennur fyri Sosialinum, er tað hann. - Tí ivist eg ikki í, at so leingi hann heldur á, verður blaðið eitt Sosialurin eitt spennandí íkast í føroyska fjølmiðlaheiminum. Hugskotini til at menna blaðið, tróta heldur ikki, leggur hann afturat.
Jóannes Eidesgaard skoytir upp í, at ymir fyrispurningar vóru um at keypa Sosialin, men tá ið avtornaði, var tað bara hesin eini keyparin, sum var til samráðingar.