– Tað er nógv, sum bendir á, at vit vóru ov lagalig til at geva undantøk í verkfallinum. Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum
Í Sosialinum í dag staðfestur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum enn eina ferð, at Pedagogfelagið var so trekt at geva undantøk, at lív og heilsa hjá búfólki á stovnum undir Almannaverkinum, varð í vanda.
Jógvan Philbrow heldur ikki, at lív og heilsa var í vanda í tann mun, stjórin á Almannaerkinum vil vera við. Hinvegin er hann fullgreiður yvir, at viðskiftafólk hjá Almannaverkinum komu illa fyri í verkfallinum og hann heldur, at tað er ein støða, sum er lítið virðilig.
Men hann heldur ikki, at Pedagogfelagið skal fáa skyldina fyri tað. Tvørtur ímóti heldur hann, at ábyrgdin liggur hjá arbeiðsgevarunum, sum læt verkfallið hjá Pedagogunum hjá Almanaverkinum vara í tríggjar vikur, áðrenn tey komu aftur til samráðingarborðið.
– Í roynd og veru er tað nogv, sum bendir á, at vit hava verið ov lagalig og hava givið og nógv undantøk, tí hevði støðan verið so ring, sum Edvard Heen vil vera við, hevði verkfallið neyvan sloppið at vart so leingi, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum.
Hann sigur, at sum skipanin er nú, er Pedagogfelagið bundið av avtalum um fráboðanarfreistir í sambandi við verkfall og í tí sambandi stendur eisini, at avtalur skulu gerast um undantøk. Og í fyrstu fráboðanini um verkfall, vórðu vit drigin í Gerðarrættin, tí at vit ikki høvdu givið nokk av undantøkum, og eftir tað góvu vit fleiri undantøk.
Annars heldur hann, at støðan, vit nú eru komin í, er ein støða, politiski myndugleikin sjálvur hevur biðið um. Hann vísir á, at fyrr vóru rættilg nógvir tænastumenn og teir hava ikki loyvi at fara í verkfall. Men afurfyri fingu teir so betri løn og eina góða eftirløn.
Men fyri at spara pengar, hevur politiski myngugleikin miðvíst arbeitt fyri at sleppa burtur úr skipanini við tænastumonnum. Sostatt verða rættiliga fáir tænastumenn settir nú á døgum, tí nú eru næstan øll starvsfólk.
– Og starvsfólk hava fullan rætt til at fara í verkfall. Men tað er ein prísur, politiski myndugleikin má hava hildið, tað er vert at rinda fyri at sleppa undan teimum dýru tænastumonnunum, heldur Jógvan Philbrow.
Seinni her á in.fo: So kunnu vit akkurát tað sama pakka saman