- Vit vóru meir tendraðir

Eftir seinnu hálvfinaluna í Coca Cola-kappingini millum KÍF og VÍF fingu vit orðið á Agnar Joensen hjá VÍF. Hann helt, at leikararnir hjá VÍF vóru meir tendraðir henda dagin.

- Vit vóru sera tendraðir undan dystinum, og eg haldi, at vit vildu meir í dag. Verjan hjá okkum var sera góð, og hon legði lunnar undir trygga sigurin. Rutinan hevur eisini nógv at siga ein slíkan dyst. Flestu av kollfirðingunum hava ongantíð roynt at verið í steypafinaluni fyrr, meðan vit hava roynt hetta fleiri ferðir, og tí vóru vit kanska meir klárir til dystin, staðfesti ein fegin Agnar Joensen.