Vit vóru kyniskir

HB-venjarin viðurkendi, at HB ikki spældi væl, men vísti sínar dygdir við at vinna kortini. Sjálvur kundi Julian Hansen ynskt at hildið fram sum venjari hjá HB, men enn er einki avgjørt

Aðru ferð, Julian Hansen tók um endan sum venjari hjá HB, eydnaðist tað. Í 2005 var HB eisini við til tað síðsta, men ta ferðina vunnu grannarnir 2-1 og struku avstað við meistaraheitinum. Hesa ferð vann 2-1 og fekk meistaraheitið, so nú komu tingini líkasum upp á pláss hjá venjaranum, ið hevði minni enn hálvanannan mánað at fáa sett tingini upp á pláss hjá HB.
– Vit vóru kyniskir í dag, tí vit spældu av hundanum til. Teir vóru nógv betri enn vit, men vit vunnu allíkavæl, so vit fingu víst, at vit eru ringir at vinna ímóti, segði Julian, sum saman við Halli Danielsen hevur havt venjaraábyrgdina av Vodafoneliðnum hjá HB síðani 13. september – dagin eftir, at HB á heimavølli hevði tapt 1-4 fyri FC Suðuroy.
– Á pappírinum vóru tað teir truplastu dystirnir, sum vóru eftir, tá vit tóku við, so eg eri sera fegin um, at vit standa sum meistarar. Vit eru mentalt sterkari og vit hava teir vinnararnar, sum skulu til, tí tá avgerðirnar skulu fella í dystunum, eru teir klárir.

Verið fokuseraðir
Gullvenjarin hjá HB ásannaði, at spælið leygardagin slett ikki livdi upp til tað, sum ætlanin var, men samstundis var hann nøgdur við avrikið á vøllinum, ið vísti, hvør dugur er í monnunum, tá mest stendur á.
– Vit hava frá byrjan roynt at fingið liðið at gjørt fleiri skjótar flytingar, men tað sóu vit slett ikki í dag. B36 spældi, sum vit vildu spæla, tí teir fluttu seg øgiliga væl. Í dag sóu vit tað yvirhøvur ikki, men hava sæð brot av tí í onkrum av hinum dystunum, segði Julian.
– Men vit hava eina óhugnaliga sterka verju, sum vit sóu í dag. Sjálvt um vit vóru niðurspældir fram til tann síðsta triðingin, so komu teir ikki ordiliga ígjøgnum tann síðsta partin. Hallur og eg hava eisini arbeitt við at fáa menninar at fokusera, so menn hugsa um næsta dystin, og tað hevur so riggað hesar seks dystirnar, vit hava havt liðið.

Vil halda fram
Upprunaliga var ætlanin, at Julian Hansen skuldi koma heim at taka sær av ungdómsfótbóltinum hjá HB, men sum støðan bleiv, endaði hann altso sum høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum. Nú er so spurningurin, hvat fer at henda víðari, tí talan var bara um eina avloysaraloysn, eftir at HB hevði sagt Kristján Guðmundsson og Jóannes Jakobsen úr starvi.
– Tá tú spyrt meg, so vóni eg, at eg eri venjari hjá HB næsta ár, og tað fáa vit vónandi upp á pláss skjótt. Eg vil hetta øgiliga gjarna, tí tað er einki arbeiði, sum er betri, enn at vera venjari hjá HB, sigur Julian, ið tó ásannar, at hann ikki hevur øll pappírini, ið krevjast til uppgávuna, so helst má hann hava eitt undantaksloyvi upp á pláss.
– Eg mangli A-prógvið, men tað vóni eg, at eg fái tikið næsta ár, og annars haldi eg, at í mun til í 2005, so havi eg fingið nógv fleiri royndir. Hóast eg var lutfalsliga stutt í FC Amager, so lærdi eg eina rúgvu ta tíðina, so eg eri nógv betur fyri nú, enn eg var ta ferðina, eg seinast stóð á odda fyri HB.