Vit vóru betra liðið

Jóhan Nielsen, venjari hjá NSÍ, dylur ikki fyri, at teir vóru betra liðið.

- Vit arbeiddu sera hart. Eg haldi teir troyttast av okkara spæli, og gerast ov passivir, sigur Jóhan.

Hann er væl nøgdur við fyrru helvt av Formuladeildini.

- Vit eru stak væl nøgdir. Vit skulu verða effektivari í næstu hálvu, og koma fram til fleiri málmøguleikar, sigur Jóhan Nielsen, sum framvegis heldur tað vera vónleyst at siga, um teir kunnu strúka avstað við FM.