Avgjaldslóg
Poli Persson, eigari av Radiohandilinum, sigur, at sølan hevur verið rættuliga deyð, síðani landsstýrið í fjør summar alment var frammi við ætlanini um at taka av avgjøld á eitt nú sjónvørp.
Stórur eftirspurningur
Sølan vaks tó eitt sindur aftur nakað fyri jól í fjør, tá ið landsstýrið hevði hug til at trekkja í land aftur, greiðir Poli Persson frá.
- Men tá ið teir um hálvan februar enn einaferð meldaðu út, at nú fór tað at verða, so steðgaði sølan upp aftur. Síðani tá hava vit eisini sjálvir heitt á fólk, sum hava havt ætlanir um at keypa eitt nú sjónvarp, um at bíða, tí broytingarnar í avgjaldslógini fóru at hava við sær, at tey fóru at spara fitt av peningi, sigur Poli Persson.
Stjórin í Radiohandilinum sigur, at hesar seinastu vikurnar hevur eftirspurningurin verið sera stórur, og hann ivast ikki í, at tað fer at síggjast aftur í søluni, at avgjaldið verður nú verður strikað.
- Tað er eingin sum helst ivi um, at sølan hjá okkum fer at økjast, tí prísfallið verður so mikið markant. Hetta stig, sum landsstýrið hevur tikið, er ógvuliga gott fyri okkum, og vit eru sera væl nøgdir, hóast tað hevur tikið sína tíð, sigur Poli Persson.
Spurdur hvussu stórar prísbroytingarnar fara at verða, sigur Poli Persson, at tær verða stórar.
- Um vit til dømis taka eitt sjónvarp, sum undan broytingunum kostaði 10.000 krónur, so fer tað nú at kosta í mesta lagi 7.500 krónur, so tað er eitt prísfall, ið merkist, sigur Poli Persson.