Sunda kommuna hevur eitt tyrvingarpláss norðanvert leguhúsið í Nesvík, har kommunan koyrir mold og eyr. Niðanfyri tyrvingarplássið eru leivdir eftir fyrstu húsunum har um vegir, og fólk í økinum óttast fyri, at kommunan fer at tyrva út yvir hesi fornminni.
- Hetta er eitt øki, sum gamla Hvalvíkar kommuna av fyrstan tíð valdi sær til tyrvingarpláss. Seinni spurdu gamla Sunda kommuna og Haldórsvíkar kommuna um loyvi at nýta sama pláss til tyrvingar, tí tær høvdu einki hóskiligt øki sjálvar, sigur Heðin Zachariassen.
Hann sigur, at teir alla tíðina hava havt eina ætlan við økinum, og at tað longu er ein øðilig mongd av mold og eyri, sum er komið á økið.
- Vit hava verið í sambandi við Fornminnissavnið um hesar fornleivdir, og tað er í fullum samstarvi við Fornminnissavnið, at vit tyrva her. Sjálvandi tyrva vit ikki út yvir nøkur fornminni, sigur Heðin Zachariassen.
Borgarstjórin í Sunda kommunu sigur, at tað er fult í tráð við ætlanina hjá kommununi, at økið nú er grasgrønt.
- Tá nóg nógv tilfar var komið á økið, sáddu vit grasfræ á, so at økið nú er grønt og vakurt. Vit tyrva ikki longur oman móti fjøruni, og tá hetta árið er farið, vænti eg, at økið er fult tyrvt, sigur Heðin Zachariassen.
Grótbrotið á Oyri
So talan er um eina langtíðar ætlan við tyrvingarplássinum í Nesvík. Men einaferð verður tað plássið fult, og tí hevur Sunda kommuna longu hugsað um eitt nýtt tyrvingarpláss.
- Vit hava verið í sambandi við Búnaðarstovuna viðvíkjandi gamla grótbrotinum á Oyri, og vit hava fingið loyvi til at nýta hetta til tyrvingarpláss. Men ein vansi er, at tað rennur ein stór á gjøgnum grótbrotið, sigur Heðin Zachariassen.
Men tað eru eisini aðrir lutir, sum hugsað verður um í sambandi við tyrvingina.
- Sum er verður alt tyrvingartilfarið koyrt út í ongamanna land. Skulu vit nýta grótbrotið á Oyri, skal alt koyrast gjøgnum Oyrabakka og Oyra bygd, sigur Heðin Zachariassen.
Hann skilir óttan hjá fólki fyri, at fornleivdirnar skulu fara fyri skjeyti, men hann vissar um, at alt er farið fram í samráð við Fornminnissavnið, og at økið verður liðugt tyrvt tá hetta árið er runnið.
- Vit hava gaman í givið SEV loyvi at útbyggja teirra vatnorku, men vit hugsa sanniliga eisini um umhvørvið, og tað er eingin vandi fyri, at vit fara at tyrva gomul fornminni, sigur Heðin Zachariassen.