Vit tveita ov nógvan mat burtur

40 prosent av framleidda matinum í heiminum í dag verður blakaður burtur aftur. Hetta er ein stórur trupulleiki, sum eisini er eksisterar í Føroyum. Í Tekniska Skúla í Klaksvík varpa næmingar ljós á evnið matoyðsl við einum tiltaki, sum verður kallað Diskosuppa – har næmingarnir bjóða inn til matgerð úr burturkastaðum mati við diskotónleiki afturvið.

 

Diskosuppa er tó ikki eitt nýtt hugskot, tí runt heimin møtast fólk á sama hátt við sama endamáli: at varpa ljós á og minka um matoyðsl.

 

Gunnhild Dahl Niclasen, undirvísir í samfelagsfrøði og tøknifrøði á Tekniska Skúla í Klaksvík, og hon hevur tikið stig til tiltakið. Hon greiðir frá at orsøkirnar til matoyðsl eru í fleiri liðnum.Tað verður oyðsla við framleiðslu, tí framleiddi maturin av eini ella aðrari orsøk ikki líkur treytirnar fyri, hvussu maturin skal síggja út. Nógv av matinum fer eisini til spillis, tá hann verður fluttur langa leið úr einum parti av heiminum til ein annan. Eisini tveita handlarnir nógvan mat burtur av estetiskum orsøkum, tí vit vilja ikki keypa matin, um hann ikki er vakur á at líta. Afturat hesum tveita fólk eisini nógvan góðan mat burtur heima.

 

-Hetta er eitt fínt evni hjá næmingunum at arbeiða við. Hetta er ein møguleiki at greiða frá um matoyðsl, og at vísa á at matur, sum fer í rusk eisini ofta er etandi, sigur hon.

 

-Næmingarnir í Tekniska Skúla í Klaksvík kendu til trupulleikan áðrenn tiltakið varð fyriskipað, men vistu ikki hvussu nógv veruliga fór í rusk. Tað kom óvart á teir hvussu nógv av tí, sum fór í rusk í roynd og veru er etandi.

 

Hóast hetta ikki broytir uppá altjóða tølini av matoyðsl, so heldur Gunnhild at tiltakið ger um. Hetta tí at spurningur verður settur við hópframleiðslu av mati.

 

- Fyri tað um tað ikki broytir prosentini, so ger tað mun. Tað fær fólk at seta spurnartekin við hópframleiðslu av mati, og fáa betri innlit í hvaðani maturin kemur og hetta elvir síðani til meir virðing fyri matinum, sigur hon.

 

Hon vil mæla øllum til ikki at oyðsla við mati, men ístaðin hyggja í køliskapið áðrenn vit keypa inn, so vit ikki blaka burtur óneyðugt.

 

Tiltakið byrjar kl. 16.30 hósdagin, og tey sum koma mugu sjálvi hana suppuskál og skeið við.