Vit tveita góðan mat burtur fyri milliónir

Norðurlond tveita á hvørjum ári etandi mat burtur fyri slakar 30 milliardir krónur.

Umroknað til føroysk viðurskifti tveita vit góðan mat burtur fyri 60 mió. kr. um árið. Í heimshøpi førir matspill til sama útlát av vakstrarhúsgassui sum alt flutningskervið í øllum heiminum tilsamans.

Hetta vil norðurlandaráðið gera nakað við. Norðurlandaráðið hevur avgjørt at seta í gongd tað, sum kann gerast byrjanin til eitt størri átak um matspill.

Hetta er eisini í samsvari við ynskið hjá norðurlendsku forsætisráðharrunum um at raðfesta samstarvið um viðgerð av burturkasti í Norðurlondum hægri.