Hvørt ár beina føroyingar kálvar burtur, sum vit annars kundu havt fingið 117 tons av kjøti burtur úr.
Tað stafestir Rólvur Djurhuus, landbúnaðarráðgevari á Búnaðarstovuni, á landbúnaðarráðstevnu í Klaksvík farna vikuskifti.
Hann vísir á, at kring um í heiminum er rákið tann vegin, at hvørt land sær skal vera sjálvbjargið við matvørum.
Ein grund til tað er at verður maturin framleiddur beint við tann, sum skal eta hann, slepst undan heilt nógvum dálkandi útlátið í náttúruna fyri at flyta matin ímillum lond, og enntá ímillum heimspartar.
Og nettupp, hvussu viðbrekin vit í Føroyum eru á hesum øki, síggja vit av og á, tí bara farmaskipið úr Danmark er seinkað eitt samdøgur í illveðri í Norðsjónum, fer at fara handilshillarnar at tømast.
– Somuleiðis hava vit hoyrt, at tað hevur kavað illa í Suðurevropa í vetur og bara tað hevur fingið prísin á frukt og grønmeti upp her hjá okkum.
Hann nevndi hetta sum nøkur dømi um, hví tað hevur týdning, at vit eru sjálvbjargin við mati.
– At tað ber til at verða sjálvbjargin, er mjólkin besta dømi um, sigur ráðgevarin á Búnaðarstovuni.
Hann vísir á, at í 1980 máttu vit innflyta tað mesta av mjólkini, vit brúktu, men bara 12 ár seinni, vóru vit sjálvbjargin. Og nú eru vit sjálvbjargin við allari mjólk og mjólkarúrdráttum, sigur hann.
Samstundis vísir hann á, at í fjør innfluttu vit 904 tons av neytakjøtim og okkara egna framleiðsla av neytakjøtri var 96 tons. Av hesum 96 tonsunum vóru 84,5 tons av mjólkneyt, sum vórðu avtikin, og 11,5 tons var tarvskjøt.
– Sostatt ótu vit í Føroyum 1000 tons av neytakjøti í fjør og tað merkir samstundis, at sjálvi framleiddu vit bara 9,6 prosent av tí neytakjøtið við eta
– Men í fjør vórðu 392 kálvar dripnir í Føroyum, og burturbeindir, beint, sum teir vórðu kálvaðir. Nógv teir flestu av teimum eru tarvskálvar.
– Vórðu teir settir við og gøddir til teir vigaðu 300 kilo, ella í hálvtannað ár ella so, høvdu vit fingið 117 tons av kjøti burtur úr teimum kálvunum, sum annars fara til spillis.
Gjørdu vit tað, hevði okkara egna framleiðsla av tí neytakjøti, vit eta, komið upp á 21,3 prosent, sum er meiri enn tvær ferðir so nógv, sum tað er nú.
Hinvegin ásannar Rólvur Djurhuus eisini, at tað er ikki hvørsmansføri at fáast við tarvar, tí talan er um sannar risar upp á 600 kilo, og teir eru sterkir sum gravkýr og bróta alt sundur, sum ikki er nóg sterkt.
– Skulu vit gagnnýta tarvskálvarnar verður tað undir ongum umstøðum gjørt við, at hvør bóndi fær sær nakrar kálvar. Tvørtur ímóti skulu vit hava nøkur rættilig, stór tarvafjós, sum eru nýggj og so mikið sterkt bygd, at tey halda.
– Eg eri sannførdur um einki av fjósunum, vit hava, er brúkiligt til tarvafjór, tí tey eru alt ov skirvislig
– Tarvskálvar er ikki hóskandi til frítíðarítriv og smáfjas, tí skulu vit gagnnýta teir, skal tað vera heiltíðarvinna hjá nøkrum royndum bóndum, sigur hann.
Men tað merkir so eisini, at landið skal vera til reiðar at veita bæði íløgustuðul og lán til at byggja fjós fyri. Helst verður eisini neyðugt við rakstrarstuðuli, einum tveimum til fýra milliónum um árið.
– Í dag verður stuðul latin fyri hvørt kilo, men tað kann gerast nógv einfaldari við at lata stuðul fyri hvønn tarvin, kanska 10.000 krónur, fyri at nevna eitt tal úr leysum lofti, tí so veit bóndin akkurát, hvat hann hevur at halda seg til.
– Kanska skal tað ikki eita stuðul, tí tað hevur ein negativan dám yvir sær. Danir kalla slíkan stuðul fyri »handyrpræmie«, tí so glíður tað nógv lættari niður, legði hann so afturat
– Og so skulu vit hava nógvan bø at velta, ið er so víðførur, at hann kann sláast og heystast við maskinu, leggur hann afturat.
– Vit mugu eisini drepa teir undir skipaðum viðurskiftum, tí tað verður undir ongum umstøðum, at hvør bóndi sær kemur burtur úr tí at drepa tarvarnar. Og so skulu vit hava eina skipaða sølu, har bóndin sleppur av við alt kjøtið á einum staði, eini heilsølu, sum so selur víðari.