- Vit áttu at havt bústaðarskyldu

Stóri trupulleikin við íbúðarmangli í landinum ger, at landsstýrið nú ætlar sær til fundar um støðuna. Tí í dag er støðan tann, at mangar íbúðir mangla, meðan húsaeigarar velja at leiga út til ferðafólk. 

 

 

Sum støðan er í dag er tað eitt tal millum 1500 og 2000 íbúðir, sum mangla. Landsstýriskvinnan ásannar trupulleikan, men vísir samstundis á, at tað er trupult at loysa ein so stóran tørv í skundi, skrivar Kringvarpið. 

 

 

Ingolf S. Olsen heldur, at ein loysn er at krevja bústaðarskyldu. 

 

 

- Brúksskylda á bústaðir og eitt gjald á eyka bústaðir, sum ikki vera brúktir, er ein máti at loysa tann trupulleikan, sigur hann við Kringvarpið.