- Vit trýsta á speedaran

Framtíðar verkætlanir forða fyri lækking av elprísinum

Á aðalfundinum hjá SEV fríggjadagin gjørdi Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV, greitt, at ongar ætlanir eru um at broyta elprísin.


Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, tekur undir við fráboðanini frá nevndarformanninum. Hann vísir á, at hetta ikki er rætta løtan at minka um inntøkugrundarlagið hjá stovninum.


- Vit hava tørv á fígging til tær verkætlanir, ið eru fyri framman. Tá ber ikki til, at vit skylda ov nógv, so neyðugt er at varðveita verandi prísstøði.


Til ber at samanlíkna tað við at koma til eina niðanbrekku. Tá er neyðugt at trýsta á speedaran fyri at koma upp gjøgnum brekkuna. Tá vit eru komin upp á slætt ella til eina undanbrekku, tá ber kanska til at taka fótin av speedaranum.


Stjórin í SEV torir tó ikki at seta eitt ávíst áramál á nær, at føroyingar kunnu vænta lægri elprísir.