? Vit tóku løgmann fyri fult

Tá løgmaður varð spurdur, um hann ikki hevði tosað við Nyrup Rasmussen um fyrningarfreistina, og hann svaraði noktandi, góðtók tingbólkurin at brævið varð sent forsætisráðharranum, sigur Jóannes Eidesgaard

Tað er ikki samsvar millum tað,sum løgmaður skrivar í brævinum til danir, og tað, sum Nyrup Rasmussen førir fram í einum tíðindaskrivi, aftaná at hann fekk brævið.

Edmund Joensen sigur í brævinum, at hann ikki hevur fingið svar, hvørt danska stjórnin gongur við til at útseta fyrningarfreistina.


MIsskiljing

Í tíðindaskrivinum sigur Nyrup Rasmussen, at avtalan um samráðingar treytað av einum ávísum degi, ikki er í samsvari við tað, sum løgmaður og Landsstýrið væl vita.

Jóannes Eidesgaard er umboð fyri Javnaðarflokkin í tingnevndini í bankamálinum.

Hann sigur við Sosialin, at hóast fundur í bólkinum var avtalaður týsdagin seinnapart, heitti løgmaður á umboðini fyri tingbólkarnar stutt áðrenn tingfundin týsmorgunin.

Løgmaður vísti tingbólkinum brævið, hann hevði skrivað, og fyri at fáa teirra viðmæli at senda tað.

- Tá løgmaður varð spurdur, um hann einki hevði frætt frá dønum, og hann svaraði noktaði, hildu vit tað vera í lagi at senda áheitanina, av tí at vit nú eru komin í tíðarneyð, sigur Jóannes Eidesgaard.

Eftir hvat nú skilst, kann løgmaður hava fingið svar frá Nyrup Rasmussen, men kanska ikki gáa eftir tí.Tað er eitt sindur ógreitt í løtuni.

- Eg skal ikki taka støðu fyri ella ímóti hesum, men á henda hátt er vandi fyri at málið endar í løgfrøðiligum spurningum.


Frameftir eingin politisk viðgerð

- Eg sóknist framvegis eftir, hvat vit politiskt skulu gera. Tað løgfrøðiliga hava vit teir serkønu til, men hvørja støðu tingið skal taka í málinum, er ikki komið nakað boð uppá úr Landsstýrinum, sigur Jóannes Eidesgaard.