Vit útflyta fyri 9,4 milliardir krónur

Tólvmánaðarskeiðið desember 2018-november 2019 útfluttu vit fyri fyri 9,4 mia. kr. Samanborið við árið frammanundan er talan um vøkstur á 1,5 mia. kr.

Toskaútflutningurin er vaksin 270 mió. kr, og útflutningurin av makreli og sild er vaksin um 300 mió. hvørt.

Tað er framvegis laksur vit útflyta mest av, og har er vøksturin oman fyri 700 mió. kr.

Samlaða útflutta nøgdin av fiskavørum er vaksin 7%.

Hagstovan hevur gjørt eina temasíðu um útflutning, sum kanna lesast HER

##med2##

##med3##