Vit átaka okkum allar uppgávur

Við dugnaligum starvsfólkum átaka vit okkum allar uppgávur innan upprætting og lakkering. Vit hava eisini alla ta útgerð ið krevst fyri, at umvælingarnar skulu verða gjørdar til fulnar, sigur Glenn Perdomo, stjóri í Sp/f Plátuverkstaðurin

Sp/f Plátuverkstaðurin liggur væl fyri í býnum á miðstaðarøkinum á Hálsi millum PE-Kolonial og Dekksentrið. Vit arbeiða í høvuðsheitum við bilskaðum og lakkering av persón- og vørubilum, men hava eisini møguleika at umvæla størri akfør og at gera mekaniskt arbeiði, eins og uppgávur ið eru meira óvanligar, um kundin ynskir tað. Eisini eftirhyggja vit bilar og gera teir t.d. klárar til sýn ella til bilferiuna uttanlands.
 
Umframt okkara egnu kundar hava vit eisini samstarvsavtalur við nakrar bilasølur um plátu- og lakkeringsarbeiði. Vit nýta umhvørvisvinarligt vatnbaserað Glassurit-lakk, ið roynist sera væl, sigur Glenn Perdomo, stjóri í Sp/f Plátuverkstaðurin.