Vit taka ikki skrædlið einsamøll

- Fer landsstýrið at pilka við lønina hjá okkum, verður tað eitt treytaleyst krav, at eisini onnur viðurskifti í samfelagnum verða rættað til, tí tey alment løntu skulu ikki bera kreppuna einsamøll, sigur Jarvin Feilberg Hansen, sum talsmaður hjá fimm stórum fakfeløgum


- Tey alment løntu í Føroyum skulu ikki bera skrædlið einsamøll.

Tað staðfestir Jarvin Feilberg Hansen.

Hann er formaður í Pedagogfelagnum, men hann er eisini talsmaður hjá fimm av teimum stóru fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum, Starvsmannafelagnum, Lærarafelagnum, Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Pedagogfelagnum og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Nú samgongan arbeiðir við at leggja lunnar undir fíggjarlógina fyri næsta ár, hava nógvir møguleikar verið nevndir fyri, hvussu tað ber til at spara pengar, tí higartil hevur fráboðanin úr Tinganesi verið, at næsta ár skal føroyska samfelagið rekast fyri sama krónutal, sum í ár.

Fyri at røkka hesum endamáli, hevur tann møguleiki verið nevndur, at strika allar lønarhækkingar, upp á 3%, sum tey alment løntu eiga at fáa 1. oktober.

Talsmaðurin hjá teimum fimm fakfeløgunum váttar, at tað er ein av mongum møguleikum, sum vórðu nevndir á fundi ímillum fakfeløgini og landsstýrismannin í fíggjarmálum fyri tveimum mánaðum síðani.

Men hann staðfestir, at sum støðan er nú, fara fakfeløgini ikki at góðtaka, at lønarhækkingin verður strikað.

- Vit fara at halda okkum til sáttmálan, og vil samgongan so hava okkum niður í løn, má tað gerast við lóg, leggur hann afturat.


Ikki einsamalt

Nú sigur tú, at sum støðan er nú, fara tit ikki at góðtaka, at lønarhækkingin verður strikað. Merkir tað, at tit lata ikki allar hurðar aftur?

- Vit kunnu í øllum førum ikki góðtaka at missa eina lønarhækking upp á 3%, men at so skal onki annað henda.

Jarvin Feilberg Hansen sigur, at skulu slík álvarslig tiltøk sum at strika eina sáttmálavunna lønarhækking, setast í verk, skulu eisini onnur stig takast.

- Tey alment løntu skulu ikki bera kreppuna einsamøll. Skulu vit hava eitt samhaldsfast samfelag, skulu vit øll taka hetta takið í felag, sigur hann.

- Men tað hava vit so púra onki sæð til enn, leggur hann afturat.

Hann vil ikki koma so nógv inn á, hvat hann meinar við.

Men hann sigur, at eitt krav frá fakfeløgunum verður, at almennar útbyggingar verða útsettar.

Tað skal eisini annað til, men hann vil ikki inn á fleiri smálutir nú.

Men frá keldum í umsitingini hava vit fingið at vita, at eitt krav frá fakfeløgunum er, at ymsir “skeivleikar” í skattaskipanini, sum tað verður rópt, eisini verða strikaðir.

Her verður mest hugsað um serliga skattafrádráttin hjá fiskimonnum.

- Vit hava ført fram, at vit skulu higsa bleytt ístaðin fyri hart, sigur talsmaðurin hjá fakfeløgunum.

Annars sigur hann, at sum støðan er nú, ætla fakfeløgini sær ikki at handla við lønarhækkingini.

Kortini fýlist hann á, at tey onki hava frætt aftur frá Fíggjarmálaráðnum um tey tiltøk, sum ætlanin eru at seta í verk, ella hvørji tiltøk, tað ber til at seta í verk.

Men nú hava boðini frá løgmanni verið, at næsta ár skal samfelagið Føroyar rekast fyri sama krónutal sum í ár. Skulu lønirnar hækka 3% merkir tað, at 3% skulu sparast aðrastaðni og tað fer uttan iva at føra til uppsagnir.

- Tað liggur á politikarunum at leggja politikkin til rættis og at fáa kabalina at ganga upp, so tað havi eg ongar viðmerkingar enn, sigur Jarvin Feilberg Hansen.

Men fáa tit valið ímillum at strika lønarhækkingina afturfyri at varðveita nøkur arbeiðspláss, hvat siga tit so?

-Vit hava onki hoyrt úr landsstýrinum so tað vita vit onki um og tískil fái eg ikki svara upp á hatta har, sigur talsmaðurin hjá fakfeløgunum.

Les eisini greinina: Sparingar kunnu forkoma pensjónunum