- Vit svika ikki við Gekkaspælinum

- Hóast fólk fáa bingo og tað eydnast at fáa telefonsamband við SvF, eru allar súðir ikki syftar. Bert tvey av átta sleppa framat, sigur sjónvarpsstjórin

Dagny Joensen


SvF hevur ikki merkt stórvegis afturgond í Gekkaspælinum. Hóast besta summarverður er, sita fólk kortini í hópatali framman fyri skíggjan hvørt fríggjakvøld.

Gekkaspælarar hava verið ónøgdir við, at bert ein partur av landinum sleppur ígjøgnum til SvF.

Aðrir siga, at hóast teir fáa samband, so heldur gekkaspælið fram langa tíð eftir, at viðkomandi fekk bingo.

So er ikki langt til at fólk halda SvF svikar við gekkaspælinum, og soleiðis gongur prátið millum fólk.

Tróndur Djurhuus, stjóri í SvF sigur, at tað als ikki ber til at svika við spælinum. Hann heldur, satt at siga, at tað hevði verið løgið um SvF,tá tað endiliga fekk loyvi at skipa fyri bingo, fór at misrøkja hesa uppgávu.

- Tá fólk fáa bingo, og ringja til SvF at boða frá, eru átta telefonlinjur sum svara. Tað merkir, at tveir teir fyrstu bingospælararnir sleppa framat, meðan hinir seks verða settir í bíðirøð.

- Hetta verður gjørt fyri at hava nakrar bingovinnarar til at taka, meðan vit kanna, um tveir teir fyrstu hava røttu tølini. Hava báðir skeiv bingotøl, sleppa teir næstu bingovinnarnir framat, sigur Tróndur Djurhuus.

Hóast tað hevur verið sagt fleiri ferðir, hvussu mannagongdin er, so verður hetta endurtikið kortini.

Fyri tað um fólk fáa bingo, ringja til SvF og fáa samband, so er ikki vist, at viðkomandi sleppur gjøgnum nálareygað.

Bert tveir bingovinnarar sleppa framat hvørja ferðina, meðan hinir seks eru í bíðirøð.

Tað, at tað gongur rúm tíð frá tí at ein vinnari hevur fingið fult rað ella fulla plátu, og til gekkaspælið endar, ger tað bert møguligt hjá enn fleiri gekkaspælararum at vinna 300 krónur. Tað er upphæddin, allir bingovinnarar, sum ikki sleppa ígjøgnum til SvF, fáa sendandi.