Myndin av Magnus Hjaltalin á Kamarinum og Hilmar Reinert Bogason saman við manningini á Brigitte Bardot ferðaðist skjótt kring Føroyar og á heimasíðuni hjá Sea Shephard, eftir at teir høvdu verið umborð á Brigitte Bardot mikudagin. Vit eru ikki partur av felagsskapinum og hava einki í móti grindadrápi, siga teir báðir.
Teir báðir ungu menninir vístu manningini umborð á Sea Shephard til onkur matstøð í høvuðsstaðnum, og hvar teir kundu vaska klæði síni.
Aftur bjóðaðu teir okkum ein túr við bátinum. Tey vóru fitt at práta við og áhugaverd at lurta eftir, báturin var feitur, so vit valdu at fara ein túr við teimum, greiða teir báðir frá.
Meiri er tað ikki í málinum. Teir hava ikki mynstrað við Sea Shephard og hava heldur ikki ætlanir um tað. Teir angra heldur ikki, at teir vóru umborð, men siga, at teir neyvan høvdu gjørt sama túr umaftur, um teir frammanundan vistu, at so nógvar misskiljingar fóru at standast av hesum
- Tað er heilt ófatiligt, sum fólk eru skjót at døma, uttan at yvirhøvur at hava hoyrt okkara søgu. Vit hava fingið fleiri hóttanir frá fólki, vit ikki kenna og ikki hava hoyrt okkara søgu, harmast teir báðir.
Nú vóna Magnus Hjaltalin á Kamarinum og Hilmar Reinert Bogason, at fólk skilja, at teirra túrur umborð á Brigitte Bardot, ikki var meiri enn ein túrur umborð á einum feitum báti, sum teir taka til.