Sambandsflokkurin fer ikki í samgongu, um so er, at politiska málið verður at minka Ríkisveitingina.
Tað staðfesti Kaj Leo holm Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, á landsfundinum í flokkinum í morgin.
Hann sigur, at tað verður eitt megnartak at halda lyftið at hallið á fíggjarlógini skal vera burtur næsta ár.
Men hann staðfestir, at Sambandsflokkurin stingur ikki halan ímillum beinini og er fúsur at fara í samgongu aftur eftir valið.
Men hann útihýsir eina samgongu, har endamálið er at lækka ríkisveitingina.
Hann sigur, at orsøkin til tað er, at vit hava ikki ráð til at minka um nakrar inntøkumøguleikar, vilja vit varðveita tað góða samfelagið.
- Ein stór búskaparpolitisk avbjóðing verður at fáa tamarhald á hallinum á fíggjarlógini. Hetta skal gerast í einari javnvág millum at tálma almenna útreiðsluvøksturin, samstundis sum vit fremja átøk fyri at styrkja og breiðka inntøkugrundarlagið.
- Vit skulu framleiða og rationalisera okkum burturúr halli og skuldarvøkstri. Hallið á fíggjarlógini skal burtur í 2016, samstundis sum vit muga styrkja okkara vælferðarskipan og byrja at gjalda skuld aftur.
- Tað er ongin ivi um, at vit skulu útvega landskassanum eitt breiðkað inntøkugrundarlag fyri at gjalda okkara skuld aftur, soleiðis at vit kunnu varðveita okkara vælferðarsamfelag.
- Størsti partur av hesum inntøkugrundarlag skal finnast í okkara høvuðsvinnum, fiskivinnuni, alivinnuni og í ferðavinnuni. Harafturat eiga vit, við samráðingum við nýggju donsku stjórnina, at finna ein leist, sum tryggjar okkum eins livikor ella livilíkindi í Ríkisfelagsskapinum.
- Tí verður Sambandsflokkurin ikki at síggja í einari samgongu, sum hevur til endamáls av niðurlaga okkara sambandsríkið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Tvørtur ímóti vil Sambandsflokkurin fara í eina samgongu, har ríkisfelagsskapurin, búskapurin og vælferðartænasturnar hava hægstu raðfesting.
Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at tað er óheppið fyri veljaran til eitt val, at hann ikki rættuliga veit, hvørja vøru hann fær, tá hann hevur sett krossin.
- Tá ein samgonga verður skipað er ikki óvanligt, at fleiri av vallyftunum til valstríðið verða broytt ella løgd til síðis í einari samgonguavtalu.
Fyri Sambandsflokkin finnast nógvir samstarvsmøguleikar í einari nýggjari samgongu ella eftir eitt val, men sjálvandi er mark fyri, hvørjar politiskar semjur kunnu gerast eftir eitt val.
- Tað avgerandi er um ein samgonga er virkisfør og skapar úrslit. Tað er neyðugt, at ein samgonga hevur eina hóskandi politiska javnvág og at ongin flokkur verður ov ráðandi.
Sambandsflokkurin stílar eftir einari sosial-liberalari samgongu ella einari borgarligari samgongu, sum vil útvikla og ikki avvikla Ríkisfelagsskapin.
Formaður Sambandsfloksins heldur, at eftir seinastu veljarakanning at døma, er møguleiki fyri, at vit fáa eina vinstravenda fullveldisstjórn.
- Hetta sæst eisini við, at andstøðan ofta arbeiðir saman sum ein blokkur og sigur seg verða eitt alternativ til verandi samgongu uttan at hava givið nakað ítøkiligt boð uppá, hvussu?
- Ein slík vinstravend fullveldisstjørn, vita vit, vil seta gongd á eina spakuliga avvikling av ríkisfelagsskapinum og vil ávirka okkara vælferðarstigið, ávarar løgmaður ímóti.