- Vit eru skuffaðar og standa óskiljandi yvir fyri avgerðini, sigur Guðrun Rógvadóttir um dómin.
Stof og Sy vóru fyrr í dag fríkend í málinum um stjørnutroyggjuna, har Guðrun & Guðrun ákærdu danska handilin fyri at bróta upphavsrættin, tá hon seldi bindiuppskriftir til sokallaðu stjørnutroyggjuna.
Les eisini Guðrun & Guðrun taptu
Guðrun Rógvadóttir skilir als ikki úrskurðin hjá dómaranum.
- Mótparturin segði í rættinum, at hon hevur kopierað eyga fyri eygað, niður í smálutir. Hon viðgekk eisini sjálv, at um hon hevði selt tað bundnu troyggjuna, so hevði tað verið brot á upphavsrættin, men metti ikki, at hetta at selja uppskriftir er at líkna við tað. Dómarin nevnir als ikki nakað av hesum, men vísir til, at støddin ikki er hin sama, og at hon hevur nýtt annað tógv, sigur Guðrun Rógvadóttir.
Og á hesum grundarlagið er hon eftir øllum at fríkend. Guðrun Rógvadóttir sigur, at enn hava tær ikki tikið støðu til, um dómurin skal kærasta víðari.
Guðrun Rógvadóttir sigur, at hon vónar, at tey tala til teirra, ið vilja hava upprunaligu troyggjuna og restina av teirra vøruútvali.
- Vit eru als ikki ímóti, at ein omma bindir eina troyggju til eina ommudóttir ella at fólk finna íblástur frá okkara sniðum. Tað skulu fólk hava loyvi til. Men beinleiðis kopiering við tí fyri eyga, at selja fyri vinning, kunnu vit ikki góðtaka og vit eru skuffaði av, at onnur kunnu skúma róman av okkara arbeiði á henda hátt.









