Vit standa og falla við móðurmálinum og mentanini

– Havnar Bio, Sjónleikarhúsið, Skopunar Bio, Glyvrabio, sum ikki bara var mekka fyri tónleik.

 

Soleiðis byrjaði Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík røðu sína í sambandi við, at hann handaði Andriasi Høgenni Geytavirðislønina 2019. Runarvíkar kommuna var høvuðsstuðul til tiltakið í Norðurlandahúsinum í kvøld.

 

Tórbjørn Jacobsen greiddi frá, at tað einasta sum bar brá av føroyskari filmslist, tá hann var ungur og íðin biografgangari, var »Tro håb og troldom«. Filmurin har William Heinesen skrivaðri manuskriptið saman við gitna danska filmsleikstjóranum Erik Balling.

 

– Annars lá økið í vanrøkt. Nú hava vit tikið betri partar fyri. Geytakvøldið er staðfesting av, at kykmyndin er vorðin sjálvsagdur partur av føroyskum mentanarlívi, so sum hon átti at verið komin fyri langari tíð síðani, segði Tórbjørn Jacobsen.

 

Hann segði, at tað als ikki var nøkur tilvild, at Runavíkar kommuna valdi at gerast partur av filmstiltakinum.

 

– Tað snýr seg í stóran mun um at geva mentanararbeiðarum rímulig kor og umstøður. Vit standa og falla við móðurmálinum og mentanini, segði Tórbjørn Jacobsen.

 

Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja og hoyra røðu hansara.