Vit standa framvegis á nullinum

Nú eru 9.386 føroyingar kannaðir fyri korona

Heldur ikki í gjár varð nakar føroyingur funnin við korona. Í gjár vórðu 98 fólk kannað og allar royndirnar vórðu negativar. Sostatt er eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Og tað merkir, at eingin hevur fingið staðfest smittu í teimum seinastu 3.116 kanningunum.

Av tí sama er tað eingin føroyingur, sum er staðfestur smittaður við korona og nú eru tilsamans 9.386 fólk kannað. Tilsamans hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir, sigur landslæknin.