Bjarni Johansen hevur í nógv ár staðið millum stengurnar hjá VB, men sjáldan hevur hann fingið so lítla mótstøðu í Gøtu sum leygardagin.
Tætt millum keturnar
? Eg haldi, at vit spældu ein fínan dyst leygardagin. Teir tóktust heldur ikki verða serliga væl fyri, og tað vóru nógvir ungir spælarar á liðnum hjá teimum, men tað var tað eisini hjá okkum, sigur hann.
Bjarni Johansen sigur, at eftir hansara tykki var VB-liðið sera væl skipað leygardagin, og teir stóðu sera væl á vøllinum. Somuleiðis heldur royndi málverjin hjá vágbingum, at gøtumenn als ikki fingu nakað pláss at spæla á, tí at so tætt var millum keturnar hjá VB, og tað hóvaði ikki gøtumonnnum.
Bjarni Johansen letur eisini væl at 16 ára gamla Jón K. Poulsen, sum leygardagin taldist millum teir fyrstu ellivu hjá VB, og ungi maðurin gjørdi ikki mætari enn at skora tvær ferðir!