Vár Berghamar Jacobsen
Bergur Debes Joensen
Maud Vang Hansen
??????????????????
Undan einum vali og í samfelagskjaki annars verður nÓgv tosað um at betra um viðurskifti í samfelagnum. Her hava børnini og tey ungu ein serligan týdning. Góðir skúlar til børnini verður raðfest høgt.
Lat okkum hygga at teimum ungu tónleikaspírunum! Tey eru góðar fyrimyndir. Tey visa vegin fram. Tey hava hegni, tey læra at hava gott arbeiðslag, og gera hvør sítt fyri at náa úrslitum- og stórum felagsmálum sum konsertir, har alneyðugt er við góðum samstarvsevnum.
Tónleikabørnini ríka okkum lívið bæði í heimum, í skúlum, í miðlum, á pallum, í felagshúsum, á ellisheimum, í kirkjum og samkomum, á gøtum, á festivalum og stórum tiltøkum, ja hvar sum helst, og í øllum samfelagsløgum.
Umframt alt hetta hava næmingar úr Musikkskúlunum prógvað at tey eru sera væl fyri og hava vunnið nógvar prísir uttan fyri landaoddarnar. Og eru hervið góð umboð fyri Føroyar.
Best hevði verið um øll børn fingu hendan møguleikan at menna síni tónleikaligu evni, og at fáa eitt gott arbeiðslag frá barnsbeini, sum fer at fylgja teimum gjøgnum alt teirra vaksna lív. Tey læra tíðliga, at tey duga, og harvið fáa tey eina góða sjálvsfatan, og eitt gott støði at byggja eisini annan lærdÓm á.
Hetta mátti verið nóg góð grundgeving fyri at lata skúlan halda fram á tí stigi, hann er á í dag, so heldur enn vaksa um teir longu bíðilistarnar, lat okkum arbeiða fyri at minka um teir. Nú verður arbeitt við at savna inn so nógvar undirskriftir sum gjørligt, fyri harvið at stuðla Musikkskúlanum og føroyskum tónleikalívi.